Barnahúsið er eitt barnavinarliga innrættað hús, har myndugleikar savnast í sambandi við mál um ágang móti børnum, ella tá illgruni er um hetta. Í Barnahúsinum kunnu kanningar og avhoyringar av barninum gerast, og kreppuhjálp kann veitast barninum og avvarðandi.
Barnahúsið er karmur um eitt samskipað samstarv millum barnaverndartænastuna, løgregluna og heilsuverkið í sambandi við mál um kynsligan ágang og annan harðskap móti børnum. Barnahúsið veitir barni og familju trygd fyri eini væl grundaðari fakligari viðgerð av málinum um ágang, og tryggjar, at atlitini til barnið eru í miðdeplinum.
Barnahúsið virkar fyri alt landið, og eru tað einstøku barnaverndartænasturnar, sum taka støðu til, um eitt mál skal greiðast í Barnahúsinum. Børn og familjur koma tí einans í Barnahúsið eftir áheitan frá barnaverndartænastuni.
Barnahúsið er fevnt av Barnaverndarlógini, sí § 10a.