Kenslulig/sálarlig vanrøkt
Lat alt upp
Foreldur misrøkja kensluliga tørvin hjá barninum

Foreldur eru sein og lítið sinnað at taka sær av kensluliga tørvinum hjá barni sínum, tá ið barnið hevur brúk fyri umsorgan og stuðli, eitt nú tá ið pinkubarn grætur, ella tá ið barn hevur brúk fyri stuðli frá foreldrum orsakað av smeiti, ið tað fær uttanífrá.

Natúrliga tilknýtið millum foreldur og barn tykist vera millum lítið og einki.

Foreldur stuðla ikki nóg væl upp undir sálarligu menning barnsins

Foreldur stuðla ikki nóg væl upp undir sálarligu menning barnsins. Til dømis forsøma foreldur at læra barnið, tey látast sum tey hvørki hoyra ella síggja barnið, barnið verður at kalla ikki eggjað til at vera sjálvstøðugt, men verður í staðin so nógv vart, at tað ávirkar menningina.

Foreldur misrøkja sosialu menning barnsins

Foreldur stuðla ikki upp undir sosialu menning barnsins, men avbyrgja familjuna sosialt ella órógva royndirnar hjá barninum at fáa vinaløg við javnaldrar at rigga.

Foreldur seta ikki barninum rímilig mørk og leggja ikki í at uppala barnið

Foreldur seta ikki barninum rímilig mørk og leggja ikki á at uppala barnið. Hetta hevur við sær, at barnið fær ávísar atferðartrupulleikar, illa gongst í skúlanum, og tað hevur ilt við at klára seg sosialt.