Fyribyrgjandi fyriskipanir

Í barnaverndarmálum verður aloftast roynt at finna fram til fyriskipanir í heiminum hjá barninum til at bøta um viðurskiftini. Mong tiltøk eru, sum kunnu hava við sær batar hjá barninum ella familjuni. Barnafakliga kanningin vísir, um eitt barn hevur tørv á fyribyrgjandi fyriskipanum, og vanliga verða hesir møguleikar troyttir fyrst. Bert í álvarsligum málum verða stig tikin til eitt nú at seta eitt barn heiman.

Fyribyrgjandi fyriskipanir kunnu fevna sera breitt frá eitt nú viðgerðartilboðum til hjálp við frítíðarvirksemi til barnið. 

Dømi um fyribyrgjandi fyriskipanir
Sálarfrøðilig ella onnur hóskandi hjálp til barnið og/ella familjuna

Barnaverndarnevndin kann játta ókeypis sálarfrøðiliga hjálp ella aðra hóskandi hjálp til bæði barnið og familjuna. Hjálp til familjuna er tó treytað av, at fyriskipanin betrar lívskorini hjá barninum.

Við "aðra hóskandi hjálp" verður hugsað um aðra hjálp enn frá sálarfrøðingi. Tað kann vera viðgerð hjá persóni, ið hevur serliga útbúgving eitt nú innan viðgerð fyri rúsevnismisnýtslu. 

Familjuviðgerð ella líknandi stuðul

Endamálið við at veita familjuviðgerð er í fyrsta lagi at ráðgeva og vegleiða familjuni í at loysa trupulleikarnar í familjuni, soleiðis at barnið fær tað betur og kann verða verandi heima.

Verður viðgerð frá familjuráðgeva ikki mett nøktandi í mun til ítøkiliga tørvin hjá familjuni, hevur Føroya Kærustovnur heimild til at innskriva familju á stovn hjá landinum sum dag- ella samdøgurstilboð.

Endamálið við at innskriva familju til familjuviðgerð er, at styrkja foreldraførleikan hjá foreldrunum við ráðgeving og vegleiðing og veita familjuráðgeving annars í mun til tørvin hjá familjuni. Í sambandi við viðgerðina verður eisini mett um foreldraførleikan.

Familjur eiga bert at verða innskrivaðar til samdøgurstilboð, um so er, at endamálið ikki kann røkkast við einum dagtilboði. Samdøgurstilboðið er serliga ætlað í teimum førum, tá ið barnaverndartænastan ivast í, um foreldrini hava nøktandi førleika at taka sær av barninum.

Stuðul í heiminum

Barnaverndarnevndin kann veita stuðul í heiminum við tí endamáli at fáa dagliga umhvørvið hjá barninum at virka betur. Hetta kann vera praktiskur, námsfrøðiligur ella annar stuðul í heiminum alt eftir tørvinum hjá tí einstøku familjuni.

Stuðulin kann eisini játtast einum ávísum barni, um hetta verður mett neyðugt og nøktar tørvin hjá barninum.

Eisini meðan barnið er sett heiman, kann vera neyðugt at veita familjuni stuðul, soleiðis at umstøðurnar hjá barninum at koma heim aftur verða betraðar. 

Heilt ella partvíst ansingarpláss á dagstovni, í dagrøkt ella líknandi, tá ið tað av sosialum orsøkum verður mett neyðugt

Barnaverndarnevndin kann játta heilt ella partvíst sosialt frípláss til eitt barn uttan mun til fíggjarligu viðurskiftini hjá foreldrunum. Talan skal vera um ein sosialan trupulleika, ið ávirkar barnsins heilsu og menning. Hetta kann vera viðkomandi í teimum førum, tá eitt barn verður ansað heima, og tað verður mett neyðugt fyri at tryggja barnsins heilsu og menning, at tað kemur á dagstovn ella í dagrøkt. Eisini um foreldrini taka barnið úr dagstovninum/-røktini, og tað av sosialum orsøkum verður mett, at barnið eigur at halda fram á dagstovninum/-røktini.

Um eitt barn missir ansingarplássið orsakað av eftirstøðu, kann barnaverndarnevndin ikki stuðla foreldrunum í at rinda eftirstøðuna. Hinvegin kann barnaverndarnevndin taka avgerð um, at barnið skal hava sosialt frípláss, um treytirnar fyri hesum eru loknar. Avgerðin um sosialt frípláss er bert galdandi frameftir.

Barnaverndarumsitingin eigur altíð fyrst at kanna, um viðkomandi lýkur treytirnar fyri vanligum fíggjarligum fríplássi.

Børn við serligum tørvi kunnu koma framum á bíðilistanum til kommunalt ansingarpláss, men um barnaverndarnevndin hevur givið viðmæli til tað. Í slíkum førum leggur barnaverndartænastan málið við tilmæli fyri barnaverndarnevndina.

Ber ikki til at fáa samstarv við og samtykki frá tí ella teimum, sum hava foreldramyndugleikan, kann barnaverndarnevndin taka avgerð um, at barn skal á dagstovn ella dagrøkt uttan samtykki frá foreldramyndugleikanum. Ein slík avgerð kann tó bert takast, um tað má metast at vera av munandi týdningi fyri barnsins serliga tørv á stuðli.

Tá avgerð er tikin um, at eitt barn vegna sosialar trupulleikar skal á dagstovn ella í dagrøkt, kunnar barnaverndartænastan starvsfólkið á dagstovninum/-røktini um, hvørjar trupulleikar barnið hevur, og hvørji fyrilit starvsfólkini skulu taka. Starvsfólkið hevur tagnarskyldu viðvíkjandi upplýsingum, sum barnaverndartænastan letur teimum. 

Hjálp at finna hóskandi útbúgvingarpláss, arbeiðspláss ella líknandi til barnið

Fyriskipanin er ætlað sum eitt átak at menna tann unga til eitt sjálvstøðugt lív. 

Barnaverndarnevndin hevur heimild til at játta tí unga eina samsýning, um arbeiðsgevari játtar at taka viðkomandi í starvsvenjing. Samsýningin er í mesta lagi svarandi til ungveiting frá Almannaverkinum ella lærlingaløn á 1. ári.  

Eisini er heimild til at játta tí unga uppihald á eftirskúla.

Verður mett, at tað hevur munandi týdning fyri barnsins tørv á stuðli, kann barnaverndarnevndin seta fyriskipanina í verk, hóast foreldramyndugleikin ikki loyvir tí.

Menna frítíðarvirksemið hjá barninum

Barnaverndarnevndin kann menna um frítíðarvirksemið hjá barninum við at eggja tí til ymisk frítíðarítriv. Til ber at stuðla fíggjarliga, um hetta er forðingin fyri, at barnið luttekur í frítíðarvirksemi. 

Barnið skal takast við upp á ráð, áðrenn avgerð verður tikin.

Tilboð um umlættingarskipan hjá góðkendum fosturforeldrum

Barnaverndarnevndin kann geva foreldrum tilboð um umlætting hjá góðkendum fosturforeldrum í styttri ella longri tíð. Talan kann vera um umlætting eitt ella tvey vikuskiftir um mánaðin ella nakrar vikur samanhangandi. 

Endamálið við fyriskipanini er at lætta um hjá foreldrum, sum ikki hava ella bert hava eitt avmarkað netverk og at fyribyrgja, at tað gerst neyðugt at seta barnið heiman. Ella hjá einsamøllum forsyrgjarum, sum hava tørv á umlætting av og á fyri at megna dagligu uppgávuna sum foreldur. 

Stuðla foreldrum at fáa og fullføra viðgerð vegna sjúku, rúsevnismisnýtslu ella aðrar persónligar trupulleikar

Um trupulleikin í familjuni er, at annað ella bæði foreldur hava trupulleikar vegna rúsevnismisnýtslu, sjúku ella aðrar persónligar trupulleikar, kann barnaverndartænastan eggja foreldrunum til at fara í viðgerð, um tað kann hjálpa barninum ella forða fyri, at barnið livir undir umstøðum, sum kunnu skaða tess heilsu og menning. Endamálið við fyriskipanini er at fyribyrgja, at tað gerst neyðugt at seta barnið heiman.

Tilnevna persón, ið barnið altíð kann seta seg í samband viðvíkjandi sínum trupulleikum.

Barnaverndarnevndin kann tilnevna ein fastan persón, ið barnið altíð kann seta seg í samband við viðvíkjandi sínum trupulleikum.

Persónligur ráðgevi til barnið

Barnaverndarnevndin kann veita persónligan ráðgeva til barnið. Her verður hugsað um ein persón, sum kann hjálpa barninum við praktiskum viðurskiftum. Persónligi ráðgevin kann t.d. ráðgeva og vegleiða barnið viðvíkjandi arbeiði, útbúgving, frítíð ella veita løgfrøðiliga ráðgeving.

Stuðul til barn, 16 ár ella eldri, í egnum kamari ella íbúð

Barnaverndarnevndin hevur heimild at veita einum barni/ungum, ið er 16 ár ella eldri, stuðul í egnum kamari ella egnari íbúð.
Stuðulin er serliga ætlaður í sambandi við, at barnið/tann ungi nemur sær útbúgving. Tá kann barnaverndarnevndin játta stuðul til t.d. kamar á einum næmingaheimi. Talan er ikki um umsorganaryvirtøku, og er tað tískil framvegis foreldrini, ið hava umsorganarábyrgdina. Tað er tí ein treyt, at foreldrini og barnið/tann ungi skilja hetta og samtykkja, at fyriskipanin verður sett í verk. Samstundis kann barnið/tann ungi fáa ein stuðulspersón, sum kann veita hjálp, stuðul og hava eftirlit.

Fíggjarligur stuðul til útreiðslur, ið standast av fyribyrgjandi fyriskipanum

Umframt at kommunan heldur útreiðslurnar av teimum fyribyrgjandi fyriskipanunum, kann barnaverndarnevndin veita fíggjarligan stuðul til útreiðslur, ið standast av fyriskipanini, tá ið foreldrini ikki sjálv megna útreiðslurnar. Hetta kann til dømis vera ferðaútreiðslur og lummapeningur til børn, ið hava fingið játtað eftirskúlauppihald.

Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við familjuviðgerð á stovni hjá landinum

Tá foreldur verða innskrivað til familjuviðgerð á stovni hjá landinum, skulu tey altíð hava endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, tó í mesta lagi við eini upphædd samsvarandi hægstu sjúkradagpeningaveiting. Hetta merkir fyri tað fyrsta, at endurgjald bert skal veitast, um talan er um mista inntøku. Hava foreldrini ikki mist inntøku orsakað av innskrivingini, verður einki endurgjald veitt.