Stúrin um barn?

Øll hava vit fráboðanarskyldu, um vit vita um eitt barn, sum livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða tess sálarligu ella likamligu heilsu ella tess menning. Eisini um vit fáa kunnleika um barn, sum foreldur ella annar uppalari vanrøkir, meinslar ella misnýtir. Tað merkir, at tú hevur skyldu til at boða myndugleikunum frá, um tú fært kunnleika til slík viðurskifti. Ítøkiliga er ein fráboðan eini boð til barnaverndartænastuna. Endamálið er at kunna barnaverndartænastuna um, at eitt barn møguliga hevur tørv á hjálp.

Ein fráboðan er eitt tekin um umsorgan fyri barninum og kann hava sera stóran týdning fyri einstaka barnið, men kann eisini vera ein kærkomin hjálp hjá eini familju. Fráboðanin kann hava við sær ítøkiligar fyriskipanir, sum bøta um støðuna hjá barninum við hús. Talan kann t.d. vera um ráðgevandi familjusamrøður, stuðulsfólk ella familjuviðgerð. Aloftast verður ein loysn funnin í heiminum hjá barninum, men viðhvørt er neyðugt at taka onnur stig.

Munur er á at boða frá sum einstaklingur og sum fakfólk, sum í dagliga starvi fáast við børn. Fæst tú við børn í tínum starvi, hevur tú herda fráboðanarskyldu. Tað er galdandi fyri til dømis læknar, ljósmøður, heilsufrøðingar, prestar, starvsfólk innan barnaansing og lærarar. 

Herd fráboðanarskylda merkir, at ein varhugi um illgrunasom viðurskifti er nóg mikið til, at boðast skal frá.

Ilt kann vera at vita við vissu, nær eitt barn livir undir umstøðum, ið kunnu skaða sálarligu ella likamligu heilsuna hjá tí ella menningina hjá tí. Men sum borgari hevur tú skyldu til at gera vart við tað, um tú hevur kunnleika til slík viðurskifti.

Fráboðast skal eisini um kvinnu, sum er við barn, tá mett verður, at tørvur er á stuðli til dømis orsakað av rúsmisnýtslu, sosialum ella sálarligum ávum.