Likamlig vanrøkt

Likamlig vanrøkt er, tá foreldur forsøma at taka sær av likamliga tørvinu hjá barninum. Skilt verður millum ymisk sløg av likamligari vanrøkt.

Ymisk sløg av likamligari vanrøkt
Lat alt upp
Trivnaðarólag

Trivnaðarólag  (Failure to thrive) vísir seg sum álvarslig heilsustøða hjá ikki ársgomlum børnum. Eyðkenni eru serliga, at barnið ikki tyngist ella veksur, sum tað eigur, sammett við onnur børn; harumframt er rørslumenningin langt undir miðal fyri vanlig børn (undir fimm prosent).

Umleið 10 % av tilburðunum hava lívfrøðiliga orsøk, eitt nú álvarsligt nýra-, hjarta- ella heilabrek. Í øllum øðrum førum er talan um avleiðingar av, at álvarsligt ólag er komið á viðurskiftini millum foreldur og barn, sum vísir seg í álvarsligari likamligari og kensluligari vanrøkt av barninum.

Tað er lækni, ið skal staðfesta trivnaðarólag.

Vánaligir matvanar

Foreldur hava ikki givið barninum hóskandi mat ella so nógvan mat, sum barninum tørvar til at mennast, og sum heilsa og vælferð hjá barninum krevja. Barnið fær javnan ikki vanligu máltíðirnar ella fær javnan ikki nóg nógvan mat. Dømi um hetta eru:

  • Ábendingar um, at eitt barn helst ikki fær nóg mikið at eta, er til dømis, at tað javnan biður grannar um mat.
  • Eitt barn fær eftir aldri, búningarstigi og kropsstødd ofta ella javnan ov lítlan ella ikki nóg heilsugóðan mat at eta, og tað hevur annaðhvørt føðslutrot ella ovurfiti við sær. Lækni skal staðfesta føðslutrot ella ovurfiti. 
  • Ein tannáringur etur so óregluliga, at tað ávirkar heilsuna og menningina, ella fær ikki nóg mikið at eta.
Vánalig klæði

Foreldur síggja ikki til, at barnið er ílatið soleiðis, sum gott er fyri heilsuna og trivnaðin. Dømi um hetta eru:

  • Klæðini hjá barninum eru ov lítil ella ov trong og til ampa fyri barnið, eitt nú ov smáir skógvar, sum barnið fær ilt í føturnar av.
  • Klæðini, barnið gongur í, eru ikki nóg heit eftir veðrinum, og barnið tí ikki nóg væl vart ímóti kulda.
  • Tannáringur letur seg ikki í eftir veðrinum ella eftir umstøðunum.
Vánaligt reinføri

Foreldur síggja ikki til, at barnið er reint og røkt soleiðis, sum gott er fyri heilsu og trivnað. Dømi um vánaligt reinføri eru:

  • Barnið fer so sjáldan í bað, at tað luktar.
  • Barnið gongur í gravskitnum klæðum.
  • Tenninar verða ikki bustaðar regluliga, og barnið hevur skitnar tenn.
  • Tannáringur vaskar sær ikki.
Vánaligur bústaður

Foreldur hava ikki bústað, sum er góður fyri heilsu og trivnað hjá barninum. Hetta vísir seg til dømis soleiðis:

  • Eingin bústaður ella tilhald.
  • Bústaður, sum ikki er búgvandi í.
  • Skitføri, t.d. gamlar matleivdir og órudd flýtur um alt.
  • Likamliga trygdin hjá barninum er í vanda, tí til dømis el-innleggingar liggja berar, ella tí at trygdarportur ikki er fyri trappur.
  • Ymist vantar, ið krevst til vanligt húsarhald, eitt nú streymur ella hiti.
Vánalig heilsutænasta

Foreldur síggja ikki til, at barnið fær ta heilsutænastu, tí tørvar. Dømi um tað eru:

  • Fakfólk í heilsuverkinum mæla til, at barnið fær ávísa viðgerð, men foreldrini gera einki við tað (her er tó undantikið, um annað fakfólk hevur mælt til okkurt annað, sum ikki er í samsvari við tað, ið hitt fakfólkið hevur mælt til.)
  • Fakfólk í heilsuverkinum siga, at eitt barn áhaldandi er sjúkt ella áhaldandi er soleiðis fyri, at tað mest sannlíkt krevur viðgerð. Men viðgerðin verður ikki veitt við tí úrsliti, at barnið er versnað.