Fyri at eitt mál skal verða tikið upp í Barnahúsinum, skal málið snúgva seg um kynsligan ágang ella annan harðskap móti einum barni undir 18 ár. Eisini krevst, at talan er um tvørfakligt samstarv, t.v.s. at umframt barnaverndartænastuna skal minst annar av samstarvspørtunum, heilsuverk ella løgregla, vera við í viðgerðini av málinum.
Eitt mál um ágang móti einum barni kann byrja hjá barnaverndartænastuni, hjá løgregluni ella í heilsuverkinum.
Eitt mál kann verða viðgjørt í Barnahúsinum antin sum eitt fyrireikað mál ella sum eitt bráðfeingis mál. Tað veldst um, hvussu nógvan skund málið hevur. Er ágangurin júst uppdagaður ella framdur, og kanningin krevur, at avhoyring og læknakanning av barninum verða gjørd beinanvegin, so kann málið verða viðgjørt bráðfeingis. Bráðfeingismál krevja skjóta meting og møguliga bráðfeingis avgerðir, eitt nú fyri at verja barnið ella veita læknakanning.