Barnaverndarstovan søkir eftir sosialráðgeva

Talan er um eitt farloyvisstarv fulla tíð. Starvið verður sett 1. juni 2021 og fram til 1. juni 2022.

Arbeiðsuppgávur
Sum sosialráðgevi á Barnaverndarstovu Føroya verður tú partur av einum toymi við sálarfrøðingi og løgfrøðingi. Tú fert at hava høvuðsábyrgdina av umsitingarligu uppgávunum á stovninum, og stórur partur av arbeiðstíðini verður arbeiðið við góðkenning og eftirlitsvitjanum hjá fosturfamiljum. Umframt hetta fert tú at hava ein samskipandi leiklut í Barnahúsinum.

Førleikakrøv
Útbúgving sum sosialráðgevi.

Væntanir
Vit vænta, at tær dámar væl beinleiðis samband við fólk, og at tú dugir væl at leggja til rættis og samskipa. Væntað verður somuleiðis, at tú hevur fyrisitingarligar royndir og dugir væl at orða teg í skrift og talu. Tú ert ágrýtin, áhaldandi, nýhugsandi og hevur hug og evni at arbeiða tvørtur um fak, deildir og stovnar.

Vit kunnu bjóða
Vit kunnu bjóða tær eitt avbjóðandi, fjølbroytt og spennandi starv, har møguleikar eru fyri bæði fakligari og persónligari menning, og har uppgávurnar eru nógvar og ymiskar.

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.

Umsókn
Tú søkir starvið við at senda umsókn til ob@bvs.fo.

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin tann 13. mai 2021 kl. 23.00.

Fleiri upplýsingar
Vilt tú hava fleiri upplýsingar um starvið, ber til at venda tær til Oddbjørg Balle, leiðara á Barnaverndarstovu Føroya, á tlf. 225696 ella til Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum, á tlf. 282480.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 23-09-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 16-09-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 16-09-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 15-06-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 02-06-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 19-05-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 07-05-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 02-03-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 10-02-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 13-07-2020
BARNAVERNDARSTOVAN 25-03-2020
BARNAVERNDARSTOVAN 10-03-2020
BARNAVERNDARSTOVAN 06-02-2020
BARNAVERNDARSTOVAN 28-10-2019