Landið er skipað í átta øki við hvør síni barnaverndartænastu.
Barnaverndartænasturnar hava ábyrgd av, at børn í teirra øki, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðugu hjálpina. Sambært grein 15 í Barnaverndarlógini kann hetta verða gjørt við ymsum fyribyrgjandi fyriskipanum.
Strembast skal eftir, at slíkar fyriskipanir í størstan mun verða gjørdar í samstarvi við foreldramyndugleikan. Gott samstarv millum foreldur og barnaverndartænastu er eisini mest vanliga støðan, tá barnaverndarmál verða viðgjørd.
Um ósemja er um, hvat best er fyri barnið, má hetta ikki at forða fyri haldgóðum loysnum. Í slíkum førum kann avgerð takast um, at barnaverndartænastan setur neyðugar fyriskipanir í verk uttan samtykki frá foreldramyndugleikanum. Hetta verður gjørt sambært grein 19 í lógini.
Tey, sum í starvi sínum hava við børn at gera og sum í hesum sambandi fáa kunnleika til viðurskifti ella hava orsøk til at halda, at viðurskifti eru, sum krevja, at lagt verður uppí sambært barnaverndarlógini, hava skyldu til navngivin at boða barnaverndartænastuni frá hesum.
Annars hava øll, sum fáa kunnleika um, at børn liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra sálarligu ella likamligu heilsu ella menning, skyldu til at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá. Ikki er neyðugt at upplýsa sítt navn, tá boðað verður frá.
Barnaverndartænasturnar hava fastar avgreiðslutíðir vanligar yrkadagar. Uttan fyri hesar tíðar ber til at ringja til vakttelefonina hjá hvørji einstakari barnaverndartænastu, tá málið hevur skund.
Les meira um fráboðanarskylduna hjá fakfólki og hjá fólki annars.
Sí filmin: Soleiðis kann barnaverndin hjálpa.