Evnisdagur

26. august 2019 skipar Barnaverndarstovan fyri einum evnisdegi. Tað verður sálarfrøðingurin Dorthe Birkmose, sum fer at hava ein fyrilestur um: tá arbeiðið ger okkum rá av lyndi.

Tá vit merkja, at onnur hava ein ivingarsaman ella trupulleikakendan atburð mótvegis okkum, kann tað týðum føra við sær, at vit fáa eina ávísa kenslu av máttloysi. Vandi kann tí vera fyri, at vit venda hesi máttloysiskenslu ov nógv inn ímóti okkum sjálvum, og føla, at hesin skaðandi atburður er okkara skuld. Hinvegin er eisini vandi fyri, at vit venda máttloysiskensluni ov nógv úteftir og halda, at bara onnur hava skuldina av hesum atburði.

Báðir hesir hugsunarhættir kunnu við tíðini kennast so mikið tyngjandi fyri okkum, at vandi er fyri, at vit loyva okkum sjálvum at fara illa við øðrum. Tað góða er, at vit eisini kunnu tulka henda skaðandi atburðin hjá øðrum á ein fakligan hátt – og harvið verja okkum sjálvi, og samstundis at fara væl við øðrum.

Spurningurin er, hvussu vit varnast okkara hugsunarhátt, og hvussu vit, á bestan hátt, kunnu tryggja okkum, at tulka atferðina hjá øðrum við fakligum eygum.

Dentur verður lagdur á:

  • Hvønn týdning máttloysi hevur í dagliga arbeiðinum
  • Tá vit venda máttloysinum inneftir og fáa kensluna av, ikki at røkka til
  • Tá vit venda máttloysinum mótvegis øðrum - og merkja ráa lyndið
  • Týdningin av at vera fakligur, fyri at verja seg sjálvan, eisini etiskt

Dorthe Birkmose er sjálvstøðugur sálarfrøðingur (cand.psych.), rithøvundur, fyrilestrarhaldari.

Hon leggur høvðusdent á fakligheit, etik og vandan fyri ráan/harðendan atburð í arbeiðinum hjá teimum, sum arbeiða við fólki. Sí meira á www.dorthebirkmose.dk 

Skeiðið verður hildið í R.C. Effersøesgøtu 30, Tórshavn, kl. 9-15, og kostnaðurin er 600 krónur, íroknað mat.

Tilmeldingin fer fram hjá armgard@kf.fo ella við at ringja til tlf. 302480 í seinasta lagi 12. august 2019.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 02-07-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 28-05-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 14-03-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 12-02-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 06-02-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 15-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 15-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 10-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 04-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 06-12-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 22-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 20-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 05-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 23-10-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 08-10-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 17-09-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 28-06-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 25-05-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 16-05-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 02-05-2018