Barnaverndarstovan

Evniskvøld fyri næstringafosturforeldur

15. januar 2019

Mikukvøldið 13. februar verður eitt serligt evniskvøld fyri næstringafosturforeldur. Vit hittast í hølunum hjá Kommunufelagnum í R.C. Effersøesgøtu 30. Evnið verður um at vera næstringafosturforeldur, og tær serligu avbjóðingar, hetta kann hava við sær. 

Kathrina Lindenskov Holm, sum er sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðingur við royndum innan økið, kemur at hava eitt upplegg. Síðan verður høvi til kjak og spurningar.

Vit byrja kl. 19 og tiltakið endar kl. 21.

Av tí at hetta evniskvøldið vendir sær til ein ávísan bólk av fosturforeldrum, ynskja vit at tit melda tykkum til tiltakið, soleiðis at vit vita, um áhugi er fyri tí. Vinarliga sendið ein teldupost til Beintu Atladóttir á beintaa@bvs.fo ella á tlf. 59 99 93, um tit ynskja at vera við. Freistin at melda seg er mánadagin 11. februar kl. 12. 

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo