Fosturforeldur vanta í Tórshavnarøkinum

Kundu tit hugsað tykkum at gjørt mun fyri eitt barn, sum tørvar eina hjálpandi hond? Lat okkum so frætta frá tykkum!

Eitt fosturheim er ein familja, sum hevur børn og ung búgvandi hjá sær til fosturs. Meðan barnið er til fosturs, fylgja barnaverndartænastan og Fosturforeldraskipanin við støðuni og vitja í fosturheiminum.

Talan kann eisini verða um at hava børn til umlættingar í styttri tíðarskeið, eitt nú í vikuskiftum. Endamálið við umlætting er at veita foreldrum, sum vanliga hava eitt gott samband við barnið, men sum ikki hava orku til at ansa barninum alla tíðina, umlætting.

Tá tit gerast fosturforeldur …
•    Geva tit einum barni umsorgan og tryggleika, og lata heimið upp fyri tí
•    Gera tit tykkara egna gerandisdag ríkari
•    Kunnu tit gleðast um at síggja eitt barn vaksa og menna seg

Setið tykkum í samband við Barnaverndarstovuna, tlf. nr. 302480, so kunnu vit práta nærri. Ella send ein teldupost til bvs@bvs.fo.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 28-10-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 23-10-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 16-09-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 02-07-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 28-05-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 14-03-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 12-02-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 06-02-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 15-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 15-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 10-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 04-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 06-12-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 22-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 20-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 05-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 23-10-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 08-10-2018