Framvegis tørvur á fosturforeldrum

Barnaverndarstova Føroya sóknast eftir familjum, sum vilja taka á seg at verða fosturforeldur hjá børnum í styttri ella longri tíð. Talan kann antin vera um umlætting í nakrar dagar í senn, til dømis í vikuskiftum, ella at hava børn búgvandi hjá sær í longri tíð - ofta í fleiri ár.

Fosturforeldur eru familjur, ið er í Fosturforeldraskipanini, og sum hava børn og ung búgvandi hjá sær í styttri ella longri tíð. Serstøk ætlan verður løgd til rættis fyri hvørt einstakt barn.

Hví gerast fosturforeldur?
Tað krevur sítt at vera fosturforeldur, men tað kann eisini vera ein stór gáva. Ofta verða tøtt bond knýtt fyri lívið, og tit kunnu gerast avgerandi munurin í lívinum hjá einum øðrum menniskja. Men hetta kann samstundis vera ein stór avbjóðing, ið ávirkar gerandisdagin hjá tykkum. Tað er tí ein stór avgerð, at gerast fosturforeldur.
 

Tá tit gerast fosturforeldur
•    Geva tit einum barni umsorgan og tryggleika, og lata heimið upp fyri tí.
•    Gera tit tykkara egna gerandisdag ríkari.
•    Kunnu tit gleðast um at síggja eitt barn vaksa og menna seg.

Hvat eiga tit at umhugsa?
•    Hví tit vilja hava eitt barn í fostur. 
•    At tit skulu vera til taks hvønn dag, allan sólarkringin.
•    Hvørja ávirkan tað man fara at hava á tykkara egnu børn, tá eitt barn kemur í húsið afturat.
•    At familja og aðrir kenningar kunnu hava sína egnu fatan av nýggju støðuni. Hvat munnu tey halda um, at tit taka eitt barn í fostur? 


Hvat hevur hetta at siga fyri tykkara familju?
•    Øll í húsinum gerast partur av nýggja gerandisdegnum, og tá kann verða neyðugt at broyta ymsar vanar, sum tit annars dáma væl. 
•    Viðhvørt kunnu tit halda, at tit ikki hava nóg góða tíð til tykkara egnu børn. 
•    Tykkara sannføringar koma at standa sína roynd, um barnið kemur úr einum umhvørvi við heilt øðrum lívshátti enn tykkara. 
•    Hóast tit taka barnið tætt at tykkum, hava tit ongan møguleika at gera av, um barnið verður búgvandi hjá tykkum í longri ella styttri tíð. 
•    Tit skulu samstarva við foreldrini at barninum og góðtaka tey, hóast tey møguliga liva eina tilveru, ið als ikki líkist tykkara. 
•    Eitt barn, sum skal búgva hjá tykkum, kann hava nógvar trupulleikar við sær heimanífrá. Hetta kann vera svárt at síggja. 
•    Tit skulu vera til reiðar at samstarva við barnaverndartænastuna um barnið, eitt nú tá ætlan verður gjørd fyri barnið. 


Hvønn skal eg venda mær til?
Setið tykkum í samband við Barnaverndarstovuna, tlf. nr. 302480, so kunnu vit práta nærri. Ella send ein teldupost til bvs@bvs.fo.

Kunning um Fosturforeldraskipanina er eisini at finna her á heimasíðuni.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 16-09-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 02-07-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 28-05-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 14-03-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 12-02-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 06-02-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 15-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 15-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 10-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 04-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 06-12-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 22-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 20-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 05-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 23-10-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 08-10-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 17-09-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 28-06-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 25-05-2018