Barnaverndarstovan

Fyribyrging er ikki bara bara...

22. august 2016

SSP hevur nú kunngjørt síni Mál og Mið fyri skúlaárið 2016-2017, har verður greitt frá tí, sum liggur fyri framman. 

SSP-samstarvið byrjaði í 2009 við tí endamáli at fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung.

Síðan hevur SSP støðugt tikið nýggjar tættir upp í fyribyrgjandi arbeiðinum. Heldur enn at ”sløkkja eldar” verður dentur lagdur á tann uppbyggjandi partin, at menna okkara unga ættarlið til at verða góðar samfelagsborgarar, ið bæði hugsa um seg sjálvi og tað samfelag, tey eru partur av.

Endamálið er at skapa øllum í samfelagnum góð, trygg og mennandi kor.

Ein viðkomandi táttur í uppbyggjandi liðinum í SSP er at hitta foreldur, møta børnum og ungum, har sum tey eru, og at skipa samband millum foreldur. SPP hevur – eins og ein hvør onnur skipan – tørv á at fylgja við tíðini. Flemming Balvig, professari og granskari innan kriminologi, hevur víst á, at tørvur er á at endurskoða fyribyrgjandi arbeiðið í SSP. Fyrst og fremst er neyðugt, at allir tættir í samfelagnum eru partur av fyribyrgjandi arbeiðinum. 

Hugaligt er at síggja, at hagtøl vísa, at kriminaliteturin minkar, men samstundis hoyra vita eisini, at nógv børn og ung eru einsamøll, hava sálarligt órógv og stríðast við at vera partur av felagsskapinum. Flemming Balvig  mælir tí til, at SSP gevur sær far um at síggja heildarstøðuna og menna lívsførleikarnar hjá øllum børnum og ungum. Hansara boð er, at SSP samstarvið eisini veitir ráðgeving innan vælferð og trivnað sum heild, og ikki bara arbeiðir við at minka um lógarbrotini millum børn og ung.

Taka vit hesi hyggjuráð til okkum, ber av røttum til at siga, at vit eru á góðari leið.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo