Fyrrapartshugni

Til tykkum fosturforeldur, sum eru heima við fosturbørnunum burturav, ella hava frí fyrrapartar:

Vit vilja fegin bjóða tykkum til ein hugnaligan fyrrapart hósdagin 31. januar kl. 9-11 á R.C. Effersøesgøtu 30. Vit bjóða morgunmat, og annars er onki ávíst á skránni.

Endamálið við ‘mammubólkinum’ er at skapa møguleika fyri hugna og felagsskapi millum fosturforeldur, sum eru heima við fosturbørnunum. Um áhugi er fyri hesum, kann tað vera eitt afturvendandi tiltak. Vit finna saman útav, hvussu tað kann skipast.

Tey, sum eru áhugaði í hesum, kunnu melda seg til hjá Beintu Atladóttir á tp. beintaa@bvs.fo ella tlf. 59 99 93. Freistin at melda seg til er mikudagin 30. januar kl. 12.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 15.06.2023
BARNAVERNDARSTOVAN 14.06.2023
BARNAVERNDARSTOVAN 09.02.2023
BARNAVERNDARSTOVAN 22.09.2022
BARNAVERNDARSTOVAN 10.08.2022
BARNAVERNDARSTOVAN 15.07.2022
BARNAVERNDARSTOVAN 03.06.2022