Hvussu stuðla vit fosturbørnum áðrenn samveruna, meðan samveran fer fram og aftaná?

Tær báðar Marianne Jensen og Marianne Folden skipa fyri skeiði mánadagin 16. apríl 2018, kl. 9.30 til kl. 15.00. Skeiðið verður hildið í hølunum hjá Kommunufelagnum í R.C.Effersøesgøtu 30.

Endamál

Endamálið við skeiðinum er at geva fosturforeldrum størri vitan um samveru, tilknýti og samstarv við foreldur at børnum, ið eru til fosturs. Eisini verður komið inn á tann týdning, ið samveran hevur fyri menningina hjá børnum, sum eru sett heiman, eins og møguleikar teirra fyri tilknýti.

Skeiðið tekur støði í vanliga gerandisdegnum hjá fosturforeldrum og í støðuni hjá fosturbørnum teirra.

Innihald

Evnið verður bæði lýst ástøðiliga og við teimum royndum, sum skeiðshaldararnir hava. Harafturat ber til at tosa nærri um tær royndir og hugsanir, sum fosturforeldrini sjálvi hava, og sum møguliga kunnu geva hugskot til samveruna frameftir.

- Fosturforeldrini siga stutt frá sær sjálvum og teirra ivamálum Komið verður aftur til hetta seinni á degnum

- Týdningurin, sum samveran hevur fyri børnini, ið eru til fosturs, ástøði og gransking, her í millum stutt um tilknýtisástøðið

- Munurin á stuðlaðari samveru og samveru undir eftirliti

- Ymiskir hættir at skipa samveruna (her í millum royndirnar hjá luttakarunum sjálvum)

- Hvussu børn bera seg at aftaná samveruna —og hvussu hetta kann skiljast

- Stuðul til børn áðrenn samveruna, meðan samveran fer fram og aftaná

- Samanumtøka

Tilmelding

Vinaliga boða armgard@kf.fo frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 16. mars.
 

Um skeiðshaldararnar

Marianne Jensen hevur sosialpedagogiska útbúgving. Hon hevur í meira enn 40 ár arbeitt við børnum, ið krevja viðgerð – á stovnum, innan sálarsjúkuviðgerð, sum fosturmamma og seinastu mongu árini sum ráðgevi.

Marianne Folden hevur somuleiðis sosialpedagogiska útbúgving. Hon hevur hollar starvsroyndir frá stovnum og viðgerð av sálarsjúkum børnum. Marianna Folden hevur í mong ár arbeitt sum ráðgevi innan økið, og hevur somuleiðis undirvíst fosturforeldrum.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 28-10-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 23-10-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 16-09-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 02-07-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 28-05-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 14-03-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 12-02-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 06-02-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 15-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 15-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 10-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 04-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 06-12-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 22-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 20-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 05-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 23-10-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 08-10-2018