Góðu fosturforeldur,
Mikukvøldið 16. september 2020, kl. 18.00 til 22.00, skipar Barnaverndarstovan fyri einum øðrvísi kafékvøldið. Vit hittast á Hotel Hafnia, har vit fyrst eta eina nátturðabita saman. Síðani fer Henriette Lieblein Misser, cand.psych.aut og leiðandi sálarfrøðingur á Godhavn at halda eina framløgu um samveru meðan barnið er sett heiman.
Henriette hevur drúgvar royndir við terapi, supervisión, undirvísing og leiðslu innan tað sosiala økið við útsettum børnum og familjum. Eisini hevur hon skrivað greinar um samveru.
Ein av teimum stóru avbjóðingunum, tá ið eitt barn er sett heiman, er at fáa samveruna millum foreldur og barn at verða til barnsins besta, soleiðis, at hon stuðlar barninum í einari jaligari menning.
Dentur verður lagdur á:
Møguleiki verður fyri at seta spurningar.
Kafékvøldið verður hildið á Hotel Hafnia 16. september 2020, kl. 18.00 til 22.00.
Neyðugt er at tilmelda seg til kafékvøldið
Tilmelding fer fram hjá bvs@bvs.fo í seinasta lagi fríggjadagin 11. september 2020.