Kafékvøld um einsemi

Vælkomin til kafékvøld fyri fosturforeldur 31. oktober kl. 19-21 í R.C. Effersøesgøtu nr. 30.

Seinasta kafékvøld greiddi Beinta Atladóttir frá síni serritgerð í sálarfrøði, ið snýr seg um fosturmammur í Føroyum. Eitt evni, sum kemur fram í serritgerðini, er einsemi. Einsemi fyllir nógv hjá fosturmammunum, men á sera ymiskan hátt.

Summar uppliva einsemið í sambandi við at arbeiða heima og ikki hava starvsfelagar. Aðrar kenna einsemi við sjálvari uppgávuni: tær halda seg vera sleptar uppá fjall, og kunnu vegna tagnarskylduna ikki tosa við onnur um sínar avbjóðingar. Eisini kunnu tær kenna einsemi við, at familja og vinir halda seg burtur orsakað av atburðinum hjá fosturbørnunum – ella, at møguleikin fyri at luttaka í ymsum tiltøkum, har fólk koma saman, er skerdur.

Ætlanin fyri komandi kafékvøld er, at Beinta Atladóttir fer at hava eitt stutt upplegg um einsemi, og síðani verður lagt upp til kjak. Eru onnur viðurskifti, sum kunnu føra til einsemi í uppgávuni sum fosturforeldur? Er nakað, sum kundi verið gjørt fyri at komið einseminum til lívs? Hevur onkur eitt hugskot, sum hevur riggað væl hjá fosturforeldrum, so tey ikki kenna seg so einsamøll?

Vit bjóða ein drekkamunn, og gleða okkum at síggja tykkum!

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 03-06-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 10-05-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 16-03-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 28-01-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 13-01-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 21-12-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 26-10-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 23-09-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 16-09-2021