Barnaverndarstovan

Keypir tú rúsdrekka fyri tíni børn?

28. juni 2018

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu hevur Annika Olsen, borgarstjóri, gjørt sær nakrar áhugaverdar hugleiðingar um foreldraleiklutin tá umræður tey ungu og teirra rúsdrekkanýtslu:

Keypir tú rúsdrekka fyri tíni børn, hóast tey eru undir 18 ár? Henda spurning eiga vit sum foreldur og vaksin at grunda yvir, nú summarið er í besta blóma við alskyns stevnum og tónleikafestivalum, ið savna nógv børn og ung.

Hetta er ofta avbjóðandi tíð at vera foreldur, men tað er eisini ein avbjóðandi tíð fyri tann unga. Tað er ein fatan hjá nógvum ungum, at tá ið tónleikurin rungar, eigur rúsdrekka og ball at vera sjálvsagdur partur. 

Ung eru serliga viðbrekin fyri ávirkanini av rúsdrekka og bólkatrýsti. Sosialu førleikarnir vikna av rúsinum og vandi er fyri óhepnum støðum. 

SSP-samstarvið saman við Fólkaheilsuráðnum, Rúsdrekkasøluni og føroysku bryggjaríunum hava sett fokus á júst hetta við at seta foreldrunum spurningin – keypir tú rúsdrekka fyri tíni børn, hóast tey eru undir 18 ár?

Hugsjónin aftanfyri felags átakið er, at tað skal ikki vera ráðandi rúsdrekkamentanin, ið er fyrimyndin hjá børnum og ungum. Heldur eiga vit at skapa eina mentan, har fyrimyndin er eitt virkið umgdómslív uttan rúsdrekka. 

Her er umráðandi at arbeiða miðvíst fram ímóti, at børn og ung ikki smakka sær á ov tíðliga á lívsleiðini. Leikluturin hjá foreldrunum er sera avgerandi, tá slík mynstur skulu broytast. 

Tað er mín inniliga vón sum borgarstjóri og foreldur, at foreldur fara at hugsa seg væl um, tá ið tey halda, at tey skulu keypa rúsdrekka ella fyri tann skuld bjóða sínum ungu rúsdrekka.

Tí - sum borgarstjórin staðfestir: Vakrasti ungdómurin er tann, sum er fullur av lívsgleði, ikki rúsdrekka.

Tað má sigast at vera sera hugaligt, at okkara fólkavaldu vísa fyribyrgjandi hugsjónini ans, bæði í høvuðsstaðnum og kring landið alt. Hetta boðar frá góðum frameftir.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo