Lærurík og litrík útbúgving í Theraplay hesa vikuna

Hesa vikuna hevur finska Saara Salo, PhD, góðkendur kliniskur psykologur o.a., undirvíst starvsfólki, sum arbeiða við familjum í viðgerðarháttinum, Theraplay.  Í Theraplay-viðgerð leiðbeinir terapeuturin foreldrum og barni gjøgnum stuttlig spøl, avbjóðandi og mennandi virksemi umframt stuðlandi og eggjandi samveru. At vera hugbundin saman á hendan hátt hjálpir foreldrunum at regulera atferðina hjá barninum og at samskifta kærleika, gleði og tryggleika til barnið. Hetta hjálpir barninum at kenna seg trygt, merkisvert, ansað og at vera tætt bundið at foreldrunum.

20 starvsfólk luttóku í útbúgvingini.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 15.06.2023
BARNAVERNDARSTOVAN 14.06.2023
BARNAVERNDARSTOVAN 09.02.2023
BARNAVERNDARSTOVAN 22.09.2022
BARNAVERNDARSTOVAN 10.08.2022
BARNAVERNDARSTOVAN 15.07.2022