Mentaliseringsskeið

Barnaverndarstovan og Eind 10 í Almannaverkinum skipa nú aftur fyri sonevndum mentaliseringsskeiðum, ið venda sær til fólk, ið arbeiða við børnum, ungum og vaksnum, ið hava verið fyri vansorgan. Á skeiðunum fáa luttakararnir vitan um ástøði og grundreglur í mentaliseringsgrundaðari viðgerð við denti á børn, ung og vaksin, sum hava verið fyri vansorgan. Kunnleiki fæst um serstøk evni í sambandi við mentaliseringsgrundaða viðgerð og námsfrøði, greining av mentaliseringsførleikum, ikki-mentaliserandi støðum hjá ungum og vaksnum við persónleikaólagi, sálarløstum og reingingum.

Endamálið við skeiðunum er at gera luttakararnir førar fyri at nýta grundreglur og háttaløg frá mentaliseringsgrundaðari viðgerð í dagligu arbeiðsgongdini. Eisini verður  ástøði innan mentalisering samantvinnað við starvsøkið hjá luttakarunum. Skeiðið er fullteknað.

Ein nærri lýsing av skeiðunum er at síggja her.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 28-10-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 23-10-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 16-09-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 02-07-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 28-05-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 14-03-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 12-02-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 06-02-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 15-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 15-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 10-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 04-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 06-12-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 22-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 20-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 05-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 23-10-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 08-10-2018