Nýggjur bóklingur til fakfólk um fráboðanarskylduna

Barnaverndarstova Føroya og Sig Frá hava í hesum døgum nýggjan bókling um fráboðanarskylduna kláran til fakfólk. Heitið á bóklinginum er: Børn hava rætt til eitt gott lív.

Fakfólk eru her tey, sum hava tætt samband við børn, til dømis námsfrøðingar, lærarar, heilsufrøðingar, ljósmøður og kommunulæknar. Fráboðanarskyldan umfatar børn og ung, sum hava brúk fyri hjálp orsakað av viðurskiftum heima við hús, ella tí tey eru fyri misnýtslu.

Í bóklinginum eru svar at finna um spurningar so sum: Hvat merkir fráboðanarskylda fyri fakfólk? Hvussu tekur tú vandatekin í álvara? Hvussu greiðir tú frá tíni stúran?

Við bóklinginum vilja vit lýsa fráboðanarskylduna til fakfólk til fulnar og gera tað lættari hjá teimum at bera seg rætt at. Hetta er eitt álvarsligt evni, og tí er alneyðugt, at øll framferð og tilgongd fer rætt og virðiliga fram.

Tak bóklingin niður. Bóklingurin kann eisini bíleggjast frá Barnaverndarstovu Føroya á bvs@bvs.fo.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 22-09-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 10-08-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 15-07-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 03-06-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 10-05-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 16-03-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 28-01-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 13-01-2022