Nýtt grundskeið

Fosturforeldraskipanin bjóðar nú aftur fosturforeldrum á grundskeið. Talan er um eitt vistarskeið, ið verður hildið í døgunum 22. til 23. mars 2018 undir hugnaligum umstøðum á Hotel Skálavík.

Teistin fer av Gomlurætt hósdagin kl. 9.45 og úr aftur Skopun fríggjadagin kl. 15.00.

Skeiðið byrjar við einum uppleggi, sum skeiðshaldararnir standa fyri. Síðani verður orðaskifti og bólkaarbeiði.

Skeiðið fer at snúgva seg um skyldur og rættindi sum fosturforeldur og um serligu avbjóðingarnar, sum fosturforeldur hjá næstringum hava. Eftir døgurðan hóskvøldið verður møguligt at gera sær dælt av heitu uttandura pottinum, so svimjiklæðini mugu vera við í taskuni.

Skeiðshaldarar verða: Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovuni og Hallbjørg Lamhauge, leiðari á Fosturforeldraskipanini.

Fosturforeldur verða vinaliga biðin um at senda tilmelding inn sum skjótast og í seinasta lagi 1. mars 2018, soleiðis, at vistarskeiðið kann leggjast so væl til rættis sum til ber. Skeiðið er ókeypis og tilmeldingin skal sendast til bvs@bvs.fo.

Vónandi liggur tað fyri hjá nógvum fosturforeldrum at luttaka í skeiðinum í Skálavík.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 10-05-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 16-03-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 28-01-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 13-01-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 21-12-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 26-10-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 23-09-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 16-09-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 16-09-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 15-06-2021