Barnaverndarstovan

Umlættingarforeldur í Suðuroy

19. mai 2021

Barnaverndarstovan leitar eftir umlættingarforeldrum í Suðuroy. Talan er um at vera umlættingarforeldur hjá børnum í nakrar dagar í senn, til dømis annað- ella triðjahvørt vikuskifti.

Umlættingarfamiljan skal geva barninum støðugar og tryggar karmar, umframt at stuðla menningini hjá barninum. Leikluturin er ofta sum ommur, abbar ella onnur familja.

Set teg í samband við Oddbjørg Balle, leiðara á Barnaverndarstovuni, á ob@bvs.fo ella á 225696. Fleiri upplýsingar um okkum eru at finna á bvs.fo.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo