Væleydnað kafékvøld um føroyska ritgerð um umsorganaryvirtikin

Mikukvøldið hittust fosturforeldur til framløgu undir heitinum, “Hvussu hava børn og ung í Føroyum, sum hava verið umsorganaryvirtikin, upplivað síni barna- og ungdómsár, og hvussu hava hesar upplivingar ávirkað teirra vaksna lív?”. Tað vóru Anna Maria Troest, sum starvast hjá okkum í Barnaverndarstovuni, og Hildur Vang, sum løgdu fram úr ritgerð síni sum Mastarar í Heilsuvísindum. Nakrar av ábendingunum úr ritgerðini vóru:

Upplivingar av ótryggleika
Vantandi inndragan í egin viðurskifti
Týdningurin av tøttum relatiónum í uppvøkstrinum og inn í vaksnamannalívið
Seinárin orsakað av upplivingum í barna – og ungdómsárunum

Eftir framløguna høvdu fosturforeldur høvi at seta spurningar og práta sínámillum.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 15.06.2023
BARNAVERNDARSTOVAN 14.06.2023
BARNAVERNDARSTOVAN 09.02.2023
BARNAVERNDARSTOVAN 22.09.2022
BARNAVERNDARSTOVAN 10.08.2022
BARNAVERNDARSTOVAN 15.07.2022
BARNAVERNDARSTOVAN 03.06.2022