Hendan frágreiðingin tekur samanum úrslitini frá spurnarkanningini: ”Kanning av lívsførðsluni hjá
børnum og ungum”, sum SSP-ráðgevingin hjá Barnaverndarstovuni skipaði fyri ímillum næmingar
í 7. og 8. flokki tíðliga í 2011
Høvuðsendamálið við kanningini er at lýsa lívsførðsluna hjá børnunum í aldrinum 13-15 ár, serliga í
mun til royki- og alkoholvanar.
Í frágreiðingini eru úrslitini frá kanningini býtt á aldur, kyn og landafrøðilig øki í Føroyum.
Maria á Boðanesi og Marita Gregersen Hansen, eru lesandi á DPU og taka eina kanditatútbúgvning í námsfrøðiligari sálarfrøði
Tær skriva serlestur um fosturfamiljur í Føroyum, og í tí sambandi ynskja tær at fáa nakrar samrøður við fosturforeldur. Maria og Marita vilja vita, hvussu fosturforeldur í Føroyum uppliva tað at vera fosturforeldur og hvussu gerandisdagurin er sum fosturfamilja.