Barnaverndarstovan

Boðskapurin sæst aftur - tryggir karmar skapa trivnað

11. september 2015

- Vit gera eisini nógv burturúr SSP-arbeiðnum – foreldrini skulu takast við, tí tað vísir seg, at foreldrini hava ein avgerandi leiklut í trivnaðinum hjá teirra børnum, sigur Tonja Ziskason, sum er toymisleiðari í Klaksvíkar kommunu.

Komandi mánakvøld, tann 14. september, verða kanningarúrslitini frá stóru millumtjóða verkætlanini Youth in Europe, har Klaksvík er føroyski luttakarin, løgd fram.

Kanningarúrslitini undirstrika tann avgerandi leiklut, sum foreldrini hava fyri trivnaðin hjá teirra børnum. Júst hetta er ein aðaltáttur í SSP-arbeiðnum, ið er samstarv millum skúlar, sosialar myndugleikar og politi. Her verður stórur dentur lagdur á, at foreldrini eiga ein virknan leiklut í øllum átøkum, sum farið verður undir, til dømis tá tað snýr  seg um vandamál á netinum, nýtslu av rúsdrekka, vinaløg og onnur evni, sum taka seg upp í tíðini. 

Eitt gott amboð er samstarv millum foreldrini, ið gevur teimum eina felags sannføring um, hvat best er at gera í givnu støðuni og annars at skapa felags karmar fyri veitslur, rúsdrekka, nær barnið skal vera heima á kvøldi o.s.fr.

Tá skúli, sosialir myndugleikar og politi hava ein felags hugburð til hesi viðurskifti saman við foreldrunum, verður eitt gott støði lagt undir trygg barna- og ungdómsár, sum tað eisini sæst á frágreiðingini frá Klaksvík.

Kanningarúrslitið úr Klaksvík vísir eisini á tann týdning, sum eitt skipað frítíðarvirksemi hevur fyri trivnaðin hjá børnum og ungum. Klaksvíkar kommuna hevur lagt eina miðvísa kós á barna- og ungdómsøkinum í fleiri ár. Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu leggur Tonja Ziskason dent á, at kommunan leggur nógva orku í at útvega karmar, sum kunnu stimbra trivnaðin hjá børnunum og teimum ungu. Við granskingini fær kommunan vísindaliga vitan og innlit í ymisk viðurskifti, sum ávirka trivnaðin hjá børnum og ungum – eitt nú royking, rúsevnanýtsla, frítíðarítriv, skúlagongd og familjulív.

Meira kann lesast um kanningarúrslitini frá Youth in Europe á heimasíðuni klaksvik.fo

 

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo