Barnaverndarstovan

Fegnast um, at lokking og kynslig avnoyðsla eru vorðin revsiverd

05. januar 2024

Í desember 2023 samtykti løgtingið einmælt at broyta revsilógina um kynsliga avnoyðslu og lokking. Hetta hevur við sær, at lokking og kynslig avnoyðsla vera kynslig brotsverk í Føroyum, eins og tey eru í nógvum øðrum londum. Áðrenn lógarbroytingina var torført hjá ákæruvaldinum at lyfta próvbyrðuna í sambandi við lokking og avnoyðslu. Les um lógarbroytingina.

Barnaverndarstova Føroya fegnast um lógarbroytingina:

“Vit fegnast um, at lokking og kynslig avnoyðsla verða gjørd revsiverd í sjálvstøðugari paragraff. Í ágangi við lokking er tað ofta so, at skemmarin misbrúkar álitið hjá barninum, so tað kennir skomm og enntá samsekt í tí, sum farið er fram. Lógarbroytingin, sum hevur við sær, at tað er revsivert  at lokka og avnoyða kynsliga, kann tí gera sítt til at taka burtur kensluna av skuld og skomm, sum ofrini ofta kenna aftaná,” sigur Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur og leiðari í Barnaverndarstovuni.

“Sjálvandi ber ikki til at lóggeva seg burtur úr, at kynsligur ágangur so sum lokking kemur fyri. Men lógarbroytingin er eitt týðandi fet rætta vegin til betri verju av børnum og ungum fyri kynsligum ágangi,” leggur hon afturat.

 

Hvat eru lokking og kynslig avnoyðsla?

Lokking verður eisini nevnt “grooming”. Lokking lýsir eina tilgongd, har ein persónur (skemmari) byggir upp eitt álitsfult samband við eitt barn/ungan fyri fáa barnið at gerast partur í virksemi, ið skal nøkta skemmaran. Lokking verður brúkt um kynsligan skemmara, sum manipulerar barn. Lokking fer bæði fram fysiskt og talgilt – ella sum bæði tvey saman. Til dømis har tað byrjar talgilt, og barn og skemmari síðani møtast seinni.

Kynslig avnoyðsla verður á enskum nevnt “sextortion”, samansett av “sex” og “extortion.” Kynslig avnoyðsla er, tá ein persónur (avnoyðari) brúkar kynsligar ella intimar myndir ella film av ofrinum at avnoyða ofrið. Ofrið skal til dømis gjalda pening ella senda fleiri intimar myndir til avnoyðaran fyri at sleppa undan, at hesin almannakunnger myndirnar til eitt nú familjuna hjá ofrinum ella facebookvinir. Tað hevur stórar avleiðingar fyri eitt barn at vera fyri kynsligari avnoyðslu.

Les góð ráð um sunnar miðlavanar. 

 

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo