Barnaverndarstovan

Kafékvøld fyri fosturforeldur

21. januar 2016

Í 2016 verður hildið áfram við kafékvøldunum hjá Barnaverndarstovuni, har fosturforeldur kunnu koma saman at práta og hugna sær við einum kaffimunni og onkrum góðum afturvið.

Vit hittast í kjallarahæddini í R.C. Effersøesgøtu 30 mikukvøldini 16. mars og 11. mai frá kl. 19 til 22, og aftur tvey mikukvøld til heystar.

Á kafékvøldunum verður skift orð um ymisk viðurskifti, ið hava týdning hjá fosturfamiljunum og annars um tað, ið hevur serligan áhuga í løtuni.

Fosturforeldur verða vinarliga biðin um, at boða frá luttøku á bvs@bvs.fo.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo