Barnaverndarstovan

Komandi evniskvøld fyri fosturforeldur

07. september 2015

Tvey áhugaverd evniskvøld fyri fosturforeldur eru á skránni í oktober og november mánaði.

Hóskvøldið 8. oktober, kl. 19-21, greiðir Anne Blom Corlin frá sálarløstum og menningarløstum, sum stundum eru at síggja hjá fosturbørnum. 

Hóskvøldið 12. november, kl. 19-21, lýsir Helle Hundahl tann harðskap, ið fosturforeldur kunnu uppliva í sínum sambandi við fosturbørn. Eisini kemur hon inn á samspælið í familjum, har harðskapur er partur av gerandisdegnum, eins og ágangandi atburður.

Fosturforeldur kunnu siga frá luttøku við einum teldubræv til bvs@bvs.fo.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo