Tryggari internet dagur 6. februar

Týsdagin 6. februar er Tryggari internet dagur. Í ár er evnið: "Skapa, sambind og vís virðing: Eitt betri internet byrjar við tær", sum er ein áheitan til øll at gera sítt til, at internetið verður betri fyri øll, ikki minst teir yngstu brúkararnar. Eitt stutt filmsbrot um átakið sæst her.

Dagurin verður hildin kring allan heimin, so ljós verður varpað á jaliga og ábyrgdarfulla internetnýtslu millum børn og ung, men er samstundis ein áheitan á okkum øll, at vit samskifta á ein virðiligan hátt, so eisini talgiltu miðlarnir kunnu vera eitt gott stað at vera.

Tað er eyðsæð, at skúlarnir kunnu nýta høvið til at koma inn á evnið Talgilt samskifti í skúlanum. Tilfar, sum SSP hevur fingið til vega til hetta endamál, er at finna her á heimasíðuni.

Í Føroyum eru tað Fólkaheilsuráðið, SSP, Føroya Tele og Hey, sum stuðla upp undir Tryggari internet dagin 2018. Evnið verður annars viðgjørt í trimum sendingum í Barnaútvarpinum í sambandi við dagin.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 28-06-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 25-05-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 16-05-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 02-05-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 21-03-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 15-02-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 05-02-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 30-01-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 26-01-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 11-01-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 10-01-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 09-01-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 22-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 21-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 20-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 19-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 18-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 30-11-2017