Barnaverndarstovan

Tvey grundskeið í ár

20. januar 2016

Eftir ætlan verður skipað fyri tveimum grundskeiðum í ár fyri fosturforeldrum – einum grundskeiði fyri nýggjum fosturforeldrum og einum grundskeiði fyri fosturforeldrum, sum eru næstringar.

Skeiðið fyri nýggjum fosturforeldrum verður hildið sum vistarskeið.  Gist verður á Skeiðsdeplinum í Skálavík, har skeiðið verður hildið frá hósdegi 14. apríl 2016, kl. 10.30, til fríggjadagin 15. apríl 2016, kl. 14.30. Teistin fer av Gomlurætt hósdag kl. 9.45 og úr Skopun fríggjadag kl. 15.00.

Skeiðshaldarar verða Oddbjørg Balle og Hallbjørg Lamhauge.

Pláss verður fyri 8 pørum á skeiðinum.

Tilmelding til hetta skeiðið eigur at verða send til bvs@bvs.fo  sum skjótast og í seinasta lagi 19. februar 2016. Skeiðið er ókeypis fyri fosturforeldur.

Hitt skeiðið er bert ætlað netverkfosturfamiljum, t.v.s. fosturforeldur, sum eru næstringar hjá fosturbørnum teirra. Hettar skeiðið er ikki vistarskeið, men verður hildið tveir fylgjandi dagar frá kl. 9. 00 til 16.00 í hølunum hjá Kommunufelagnum í R.C. Effersøesgøtu 30 í Tórshavn, hósdagin 15/9-2016 frá kl. 9.00 til 16.00 og fríggjadagin 16/9-2016 frá 9.00 til 15.00.

Eisini her eru Oddbjørg Balle og Hallbjørg Lamhauge skeiðshaldarar.

Pláss verður fyri 10 fosturforeldrum.

Tilmelding til hetta seinna skeiðið eigur at verða send til bvs@bvs.fo  sum skjótast og í seinasta lagi 1. august 2016. Skeiðið er ókeypis fyri fosturforeldur hjá næstringum.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo