Gerst fosturforeldur

Er áhugi fyri at gerast fosturforeldur, ber til at venda sær til Fosturforeldraskipanina. Her fæst kunning um tørvin á fosturforeldrum, góðkenningartilgongdina, útbúgving, stuðul o.s.fr. Áðrenn umsóknin verður viðgjørd, skulu umsóknarskjøl fyllast úr.

Tá Fosturforeldraskipanin hevur fingið umsóknina, byrjar góðkenningartilgongdin. Familjuviðurskifti verða kannað, og mett verður um, hvørt tú/tit lúka treytirnar og hava førleikar til at gerast fosturforeldur.

Fosturforeldur skulu eisini á lógarásett skeið fyri fosturforeldur. Skeiðið tekur støði í RUGO-førleikunum.

Verður tú/tit góðkend til uppgávuna, verður tú/tit skrásett í skipanini. Avtala verður gjørd millum teg/tykkum og Fosturforeldraskipanina um, at tú/tit skulu vera tøk at taka ímóti einum barni, tá tørvur er á tí. Fosturforeldur til tað einstaka barnið verða altíð vald út frá tørvinum hjá barninum.

Týdningarmikið er at fyrireika seg væl til uppgávuna sum fosturforeldur. Tí er gott at hava umhugsað og umrøtt ymisk viðurskifti, sum kunnu gera seg galdandi í fosturfamiljum. Les meira um fyrireiking.