Samstarvsavtala

Áðrenn barn kemur til fosturs, skulu fosturforeldur gera skrivliga avtalu við Fosturforeldraskipanina um ymisk formlig viðurskifti. Avtalan skal gerast í samráð við barnaverndartænastuna, sum setir barnið til fosturs. Avtalan ásetur m.a.:

  1. Hvør hevur umsorganina fyri barninum
  2. Hvussu leingi ætlanin er, at barnið skal vera í fosturheiminum
  3. Samsýning til fosturforeldrini, gjøld og aðrar útreiðslur í sambandi við fosturuppihaldið hjá barninum
  4. Samverurætt hjá foreldrum og øðrum við barnið
  5. Stuðul, vegleiðing og undirvísing til fosturforeldrini

Broytast viðurskifti í fosturheiminum, skal Fosturforeldraskipanin hava boð. Fosturforeldraskipanin kann altíð endurskoða avtaluna, um tað verður mett neyðugt.

Her finnur tú umsóknarskjølini.