Samsýning til fosturforeldur

Fosturforeldur fáa eina skattskylduga samsýning, um tey hava eitt barn til fosturs ella til umlættingar. Harumframt verður ein upphædd latin til vistarhald og klæði til barnið og eitt fast gjald til lummapening til barnið.

Samsýningin verður ásett alt eftir, hvussu krevjandi uppgávan hjá fosturforeldrunum er. Mett verður millum annað um møguligar trupulleikar hjá barninum, tørvin á stuðli og kravið um samstarv við foreldrini.