Fyrireiking til uppgávuna sum fosturforeldur

Týdningarmikið er, at tit eru væl fyrireikað til uppgávuna at taka ímóti einum fosturbarni, tí avbjóðingarnar kunnu verða nógvar. Nøkur viðurskifti eru, sum eru væl kend hjá fosturfamiljum, og tí ber til at brúka royndirnar hjá øðrum.

Tit kunnu m.a. umhugsa og umrøða hesi viðurskifti:

  • Familjulívið er tykkara fremsta amboð, og tí eigur øll familjan at vera tikin við í avgerðina um at gerast fosturfamilja
  • Í ávísum førum kann gerast neyðugt, at annað tykkara røkir fosturforeldrauppgávuna fulla tíð og tískil ikki kann hava eitt arbeiði umframt
  • Øvundsjúka og ósemjur kunnu koma millum tykkara egnu børn og fosturbarnið. Hvussu fara tit at bera tykkum at í slíkum støðum, og hvussu fara børnini at bera seg at?
  • Tit fara møguliga at kenna, at tit ikki megna foreldrauppgávuna fyri tykkara egnu børn nóg væl
  • Tíðarskeið kunnu koma, tá fosturbarnið stendur í stað ella bert mennist heilt spakuliga
  • Fosturforeldrauppgávan er 24 tímar um samdøgrið
  • Barnið er møguliga bert ”til láns” í styttri ella longri tíð
  • Tykkara egnu virði og reglur verða roynd, tí barnið kemur úr einum umhvørvi við øðrum virðum og reglum
  • Flest fosturbørn vilja fegin búgva heima hjá foreldrunum. Hvussu fáa tit barnið at trívast?
  • Foreldrini at barninum gerast aloftast partur av tykkara gerandisdegi, og tit skulu samstarva við tey
  • Foreldrini at barninum bera seg møguliga ikki altíð at á ein hátt, sum tit meta vera best fyri barnið
  • Tit skulu samstarva við umsitingina og onnur serkøn fólk, og tit skulu vera opin fyri vegleiðing, supervisjón, eftirlitsvitjanum og skeiðsluttøku