Yvirskipað mannagongd á skúlum, stovnum osfr.

Umráðandi er, at arbeiðspláss hava greiðar mannagongdir um, hvussu farið verður fram, tá mál stinga seg upp, har barnaverndartænastan skal fráboðast. Tá duga starvsfólk at handfara støðurnar, tá tær stinga seg upp. Soleiðis slepst undan, at fleiri starvsfólk enn neyðugt verða tikin upp í málið.

Sum barn er her at rokna barn upp til 18 ára aldur.

Í førum har stavsfólk ivast, um eitt barn hevur hóskandi umstøður við hús ella møguliga er ella hevur verið fyri vansorgan ella ágangi, er niðanfyristandandi eitt uppskot til yvirskipaða mannagongd.

Mannagongd á skúlum, stovnum, frítíðarskúlum, heilsusystrum, tannlæknum osfr.
Tosa við leiðslu og starvsfelagar

Tosa við leiðslu og um neyðugt starvsfelagar um tína stúran, soleiðis at tann torføra samrøðan við foreldrini er so væl fyrireikað sum til ber.

Lýs týðiliga tínar eygleiðingar, og hvat tú sært og metir í mun til trupulleikan ella avbjóðingina hjá barninum

Minst til, at hetta er ein tilgongd – tosa afturvendandi við leiðsluna, eitt nú áðrenn fráboðan og áðrenn samskiftið við foreldrini.

Um tú ivast, ráðfør teg við barnaverndartænastuna, møguliga á tvørfakligum fundi.

Tosa við foreldur

Tað er gott at byrja eitt samstarv við foreldrini við at tosa við tey um tínar eygleiðingar og tína stúran. Spyr tey, um tey sjálv hava lagt atburðin hjá barninum til merkis, ella um okkurt líknandi er komið fyri fyrr.

Legg til merkis! Er talan um illgruna um harðskap ella kynsligan ágang, framdur av foreldrunum, skulu foreldrini ikki kunnast, áðrenn fráboðan verður latin barnaverndartænastu.

Snýr stúranin seg um eitthvørt, har foreldrunum møguliga tørvar vegleiðing – tak hesi evni upp og vegleið.

Ver opin fyri, at tú kanst hava mistikið teg, ella at foreldrini hava eina heilt aðra fatan av støðuni. Halt hóast hetta fast í tínum eygleiðingum. Tað kann vera skilagott at skriva tínar eygleiðingar niður, áðrenn tú tosar við foreldrini.

Broytist støðan hjá barninum ikki nøktandi, hóast samstarv við foreldrini, skal fráboðan umhugsast.

 

Støðutakan: Skal fráboðan skrivast?

Í samráði við leiðsluna gera tit niðurstøðu, um boðast skal frá.

Gev gætur! Í førum, har leiðslan ikki metir, at fráboðan skal skrivast, og tú ert ósamd/ur við leiðsluna og metir, at boðast skal frá, hevur tú skyldu og heimild at boða frá.

Kunna foreldur um fráboðan

Verður fráboðan gjørd, gjøgnumgang hana við foreldur. Fráboðanin skal ikki broytast, men set gjarna viðmerkingar hjá foreldrunum í fráboðanina.

Undantikið tá talan er um illgruna um harðskap ella kynsligan ágang, framdur av foreldrunum. Í hesum førum skulu foreldrini ikki kunnast, áðrenn fráboðan verður latin barnaverndartænastu.

Send fráboðan

Finn tína barnaverndartænastu. Send fráboðanina í telduposti til viðkomandi barnaverndartænastu. Tað ber til at boða frá munnliga í telefonsamrøðu, men fyri at sleppa undan misskiljingum og mistulking, verður mælt til, at fráboðan verður send við telduposti.

Tá tú hevur boðað frá

Tá boðað er frá, hevur tað alsamt týdning, at tú framvegis hevur vakið eyga við barninum. Um so er, at støðan hjá barninum ikki batnar, hevur tú skyldu til at boða frá av nýggjum.