Barnaverndarstovan
Hvussu ávirkar tað vaksnalívið at hava verið umsorganaryvirtikin?
28. oktober 2022
![](/admin/public/getimage.ashx?format=webp&quality=80=&crop=7&x=0&y=0&image=/Files/Billeder/Tidindi/Anna-Maria-og-Hildur.jpg&width=800&height=500)
Mikukvøldið 16. november kl. 19-21 skipa vit fyri kafékvøldi fyri fosturforeldur. Tað verða Anna Maria Troest, sum starvast hjá okkum í Barnaverndarstovuni, og Hildur Vang, sum leggja fram úr ritgerð teirra sum Mastarar í Heilsuvísindum. Ritgerðin kannar, hvussu børn og ung í Føroyum, sum hava verið umsorganaryvirtikin, hava upplivað síni barna- og ungdómsár, og hvussu hesar upplivingar ávirka teirra vaksnalív. Kafékvøldið verður skipað sum framløga, og fosturforeldur fáa høvi at samskifta sum evnið.
Melda til á bvs@bvs.fo í seinasta lagi fríggjadagin 11. november. Kafékvøldið verður í skeiðshølinum hjá Kommunufelagnum, R. C. Effersøesgøtu 30 í Havn.