Fosturforeldur

Tá neyðugt er at seta eitt barn heiman, kann barnið í staðin fáa neyðugu umsorganina og uppalingina í heiminum hjá fosturforeldrum. Eitt barn kann verða sett heiman við ella uttan samtykki foreldranna. Tá eitt barn flytur inn til tykkum sum fosturforeldur, eru tað tit, sum hava dagligu umsorganina um hendi.
Fosturforeldraskipanin góðkennir fosturforeldur til at taka børn til fosturs ella til umlættingar. Skilt verður millum tvey sløg av góðkenningum: vanliga góðkenning og góðkenning til ávíst barn (næstringar og onnur). Barnaverndartænastan leggur serstaka ætlan fyri hvørt einstakt barn út frá tørvinum.
Fosturforeldrauppgávurnar eru:
- Umlætting
- Fyribils uppgávur
- Varandi uppgávur
- Bráðfeingis uppgávur
Sama um søkt verður um at gerast fosturforeldur ella at gerast umlættingarforeldur, er neyðugt at útfylla umsókn.
Tað eru tvey sløg av fosturfamiljum:
- Fosturforeldur, har einki samband ella tilknýti er millum fosturbarn og fosturfamilju áðrenn.
- Fosturforeldur - netverks/næstringa, sum er fyriskipan, har tað annaðhvørt eru familjubond millum barn og fosturforeldur, ella har fosturforeldrini eru úr netverkinum hjá barninum.
Endamálið við einum fosturheimi
Endamálið við at eitt barn býr hjá fosturforeldrum er, at barnið fær umsorgan og tryggleika. Eitt fosturuppihald kann stuðla undir, at barnið fær betri samband við síni foreldur, við tað at fosturforeldrini vanliga síggja barnið og næstrafólkini sum eina heild, og tey samstarva um barnið.
Meðan barnið er til fosturs, fylgja barnaverndartænastan og Fosturforeldraskipanin við støðuni og vitja í fosturheiminum. Tey, sum varða av umsorganini hjá barninum, hava javnan samband við hvønn annan og leggja framtíðina hjá barninum í fastar og tryggar karmar.
Fosturfamiljur eru ymisháttaðar
Her á bvs.fo samskifta vit við tykkum sum tvey fosturforeldur, væl vitandi at nógvar fosturfamiljur telja eitt fosturforeldur. Hetta er fyri at gera tekstin einfaldan.
Í Fosturforeldraskipanini fegnast vit um allar vælvirkandi fosturfamiljur. Einki krav er um, at fosturfamilja skal vera maður og kona. Eisini ber til at søkja um at gerast fosturforeldur sum stakur.