Barnavernd
![](/admin/public/getimage.ashx?format=webp&quality=80&image=/Files/Filer/lonely-604086_1920-1-klipt.jpg)
Børn og ung undir 18 ár hava krav upp á umsorgan og rætt til tryggan uppvøkstur. Hetta er fyrst og fremst ábyrgdin hjá foreldrunum. Um so er, at foreldrini í styttri ella longri tíð ikki megna at røkja hesa ábyrgd, skal barnaverndin hjálpa.