Førleikar hjá fosturforeldrum

Yvirskipaðu ábyrgdina av barni, sum er sett til fosturs ella í umlætting, hevur barnaverndartænastan. 

Tit hava dagligu ábyrgdina av barninum um hendi, meðan tað er hjá tykkum, bæði tá talan er um fostur og um umlætting.

Sum fosturforeldur hava tit ongan sjálvstøðugan avgerðarmyndugleika yvir barninum. Talan er um umsorgan og uppaling, ið er ásett í samstarvsavtaluni.

Tað er barnaverndartænastan, sum hevur avgerðarmyndugleika yvir barninum – í samstarvi við foreldrini. Hetta ger seg eitt nú galdandi í sambandi við, nær barnið fer á dagstovn, í skúla, um barnið skal til sernámsfrøðiliga ella sálarfrøðiliga kanning, hvussu samveran við foreldrini skal skipast, ella nær barnið ikki longur skal vera til fosturs.

Arbeitt verður sambært nøkrum førleikum, ið fosturforeldur skulu hava:
Lat alt upp
1. At megna at uppala og geva einum barni umsorgan

Tað merkir, at fosturforeldrini skulu:

  • geva barninum eitt trygt heim, at stuðla menningini hjá barninum viðvíkjandi siðvenju og almennanum atburði í nærumhvørvinum og samfelagnum sum heild
  • hava vitan um vanliga menning hjá børnum umframt kunnleika til tekin um og árin av vansorgan, sálarligum og likamligum ágangi
  • hava vitan um, hvørjar lívsumstøður kunnu elva til vansorgan, sálarligan og likamligan ágang
  • hjálpa barninum at styrkja sín samleika og sjálvsvirði, við at geva tí møguleika fyri at kenna sína familju umframt mentanar- og samfelagsliga grundarlag
2. At megna at skapa tilknýti til eitt barn grundað á nærveru, eymleika, støðugleika og við virðing fyri samavgerðarrættinum hjá barninum

Tað merkir, at fosturforeldrini skulu:

  • hava vitan um, hvussu børn bera seg at í sambandi við skilnað og slit í uppvøkstrinum, og hvønn týdning tað hevur fyri teirra tilknýti
  • hava vitan um børn í kreppustøðu og vita, hvussu tú kanst hjálpa einum barni í kreppuni. At tú skalt hava dirvi og persónliga styrki til at kunna tosa við barnið um tess upplivingar, at kunna troysta og geva umsorgan í mun til sorgina og tað, sum nívir
  • skilja virðið av at lýsa lívssøguna hjá barninum saman við barninum
  • hava virðing fyri barninum sum ein sjálvstøðug menniskja, sum altíð hevur rætt til at verða hoyrd og tikin við í avgerðir, sum hava samband við barnið sjálvt

 

3. At kunna virða og stuðla sambandinum millum barnið og familjuna

Tað merkir, at fosturforeldrini skulu:

  • skilja tilknýtið hjá barninum til sína familju og møguliga onnur frá síni fortíð
  • vera sinnað til og hava skil fyri týdninginum av, at barnið hevur regluligt samband við sína familju
  • vita og duga at síggja, hvørjar kenslur og hvønn atburð barnið hevur viðvíkjandi foreldrasambandinum
  • kunna fyrireika og stuðla barninum í síni samveru við familjuna
  • skilja og virða mentanarligar, átrúnaðarligar og sosialar munir millum umhvørvið hjá sær sjálvum og upprunaliga umhvørvið hjá barninum, og hvørjar trupulleikar hetta kann skapa fyri barnið  
4. At tit megna at varðveita sambandið við barnið fyri alt lívið

Tað merkir, at fosturforeldrini skulu:

  • skilja, at eitt barn hevur tørv á støðugleika, støðufesti og drúgvum sambondum
  • fyrireika seg til eitt drúgt samband, hóast hetta møguliga ikki gerst úrslitið
  • vilja halda sambandið við barnið, hóast tað ikki longur býr hjá teimum
  • kunna innliva seg kensluliga, samstundis sum arbeitt verður fyri einum tøttum tilknýti til familjuna og fyri, at barnið møguliga fer aftur hagar at búgva
  • skilja, at barnið einaferð – í eini sjálvstøðugari tilgongd - fer at hava tørv á einum skilnaði, og tí fer at flyta, fyri at hava eitt sjálvstøðugt lív
  • kunna samstarva við restina av toyminum kring foreldrasambandið hjá barninum og vera opin um møguligar trupulleikar fyri at mótvirka, at fostursambandið verður brotið
5. At tit hava ein virkan leiklut saman øðrum fólki, ið eru um barnið

Tað merkir, at fosturforeldur:

  • átaka sær eina almenna arbeiðsuppgávu og hava skyldu til at samskifta við allar partar rundan um barnið
  • skulu samstarva við sosialu myndugleikarnar viðvíkjandi tí at vera mett og undir eftirliti, samstundis sum tey skulu kunna biðja um stuðul, vegleiðing og útbúgving viðvíkjandi uppgávuni
  • skulu kenna lógir av týdningi í sambandi við at hava barn til fosturs, undir hesum tagnarskyldu og fráboðanarskyldu
  • vita, at í eini fosturfamilju eru øll “til arbeiðis”, at eitt fosturbarn ávirkar støðuna hjá allari fosturfamiljuni, og at hetta broytir leiklutirnar hjá øllum
  • skilja tørvin á at hitta aðrar fosturfamiljur, møguliga í bólki, fyri at býta út av royndum, fáa góð ráð og stuðul viðvíkjandi uppgávuni sum fosturfamilja
  • eru opin fyri øllum tí góða, sum eisini er partur av at hava eitt fosturbarn
Listen