Barnaverndarstovan

Vit leita eftir fosturheimum kring landið

11. juni 2024

Børn, sum hava brúk fyri fosturheimum, eru ymisk eins og onnur børn. Tey hava tað til felags, at tey styttri ella longri tíðarskeið ikki  kunnu búgva hjá sínum foreldrum. Tey hava tørv á nógvari umsorgan og at verða sædd, hoyrd og skilt.

Í løtuni manglar okkum bæði fosturfamiljur og umlættingarfamiljur. Og vit mangla tær bæði í høvuðsstaðarøkinum, í Eysturoy, í Suðuroy og í Klaksvík. Børnini eru úr fýra árum upp í endan á tannáringaaldri. Í summum førum er talan um fleiri systkin.

Set teg í samband við annaðhvørt Oddbjørg Balle, leiðara, á ob@bvs.fo, telefon 225696, ella við Annu Mariu Troest, sosialráðgeva, á annat@bvs.fo, telefon 214481.

Les um uppgávuna sum fosturforeldur. 

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo