Tænastur og fyriskipanir
Innihaldið í fyriskipanini verður avtalað millum avvarandi barnaverndartænastu, familjuna og Familjutænastuna.
Familjutænastan bjóðar ymiskar fyriskipanir. Innihaldið í fyriskipanini verður avtalað millum avvarðandi barnavendartænastu, familjuna og Familjutænastuna. Fyriskipanin kann spenna yvir alt frá nøkrum vikum upp til seks mánaðir, alt eftir endamáli – og við møguleika fyri at leingja ella tillaga tíðina, um tørvur er á tí.
Familjutænastan bjóðar eina røð av tilboðum:
- Innleiðandi kanning ella meting, har tørvurin hjá familjuni verður nærri kannaður og lýstur
- Hølini hjá Familjutænastuni kunnu virka sum viðgerðarstaður ella bústaður, har familjan kann búgva í íbuð hjá Familjutænastuna í eitt tíðarskeið, ella hon kann koma til dagviðgerð í okkara hølum
- Vit vitja í heiminum eina ella fleiri ferðir um vikuna
Dømi um fyriskipanir. Fyriskipanin kann eitt nú leggja dent á:
Lat alt upphar viðtalurnar miða ímóti at menna og styrkja samspæl, samskifti og tilknýti í familjurelatiónunum
og ymiskum aktørum í lívinum hjá familjuni, har viðtalurnar miða ímóti at styrkja netverkið. Hereftir er málið, at tað við tillagaða og samskipaða netverksstuðlinum er avlopsorka í familjuni til at trívast og mennast framyvir.
til dømis viðvíkjandi strukturi í gerandisdegnum, máltíðir, morgun- og kvøldarrutinur, húsligar uppgávur, lívsstil ella líknandi.
Harumframt kunnu vit bjóða samtaluterapi hjá sálarfrøðingi fyri einstaklingar ella foreldrapør.
Samstarva um innihald og tørv
Saman við familjuni og út frá metta tørvinum verður viðgerðarætlan gjørd. Hendan verður síðani regluliga eftirmett saman við familjuni. Viðgerðarætlanin hevur til endamáls at tryggja gjøgnumskygni í tilgongdini, og at vit áhaldandi fyrihalda okkum til, um fyriskipanin tænir sínum endamáli. Herundir um fyriskipanin:
- upplivist sum ein hjálp samsvarandi málinum um at betra um trivnað
- styrkir førleikarnar í familjuni, so hon fær ein vælvirkandi gerandisdag
Ávísing umvegis barnaverndartænastu
Ávísing til Familjutænastuna verður gjørd av barnaverndartænastuni í tí økinum, har familjan býr. Sostatt ebr ikki til hjá familjum at venda sæt beinleiðis til Familjutænastuna um fyriskipan.

