Um Familjutænastuna

Familjutænastan er fyribyrgjandi fyriskipan til børn, ung og familjur í viðbreknum støðum, sum hava tørv á serstøkum tilboði. Tænastan varð stovnað í januar 2025, og vit halda til í Kopargøtu 1 í Havn.

Hølini fevna um heimligt familjukamar við egnum baðirúmi, har beinleiðis atgongd er til felags køk og felags dagligstovu. Harumframt hava vit eina íbúð, sum er eitt sindur burtur frá hinum hølunum. Hendan hevur sovikamar, egið vesi og bað, egnan køk og spísi-/dagligstovu. Hølini fevna eisini um samtalurúm, ljóst og innbjóðandi uppihalds- og ítrivsøki og eitt stórt fundar- og undirvísingarhøli, sum verður brúkt til fundir við netverk hjá familjum ella foreldraskeið.

Í apríl 2025 lótu vit upp fyri ávísingum, og í mai byrjaðu vit virksemi okkara.

 

Endamál og tilgongd

Endamálið við Familjutænastuni er at:

  • veita familjum, børnum/ungum tilboð við minst møguligum inntrivi til tess at skunda undir menningarmøguleikarnar
  • bjóða fyriskipanir, sum í breiðari merking taka støði í støðuni hjá barninum
  • skraddaraseyma eitt og hvørt tilboð til tørvin hjá barninum, familjuni og til ta ítøkiliga støðuna, sum familjan er í
  • bjóða tætt samstarv við familjuna og aðrar týðandi persónar í netverkinum hjá barninum

 

Starvsfólk

Vit eru ein tvørfakligur bólkur við einum psykologfakligum leiðara og trimum familjuviðgerum við fakligum bakgrundum innan sjúkrarøkt, námsfrøði og sosialráðgeving.

Allar virka vit fyri at skapa bestu karmarnar um børn og familjur uttan mun til, um vit virka í okkara hølum ella í heimunum hjá familjunum.

Familjutænastan virkar við støði í dyggari fakligheit og strekkir seg langt fyri at tryggja starvsfólki okkara eftirútbúgving og áhaldandi supervisión, so vit eru útgjørd til uppgávurnar.

Les nærri um starvsfólk.