Hvør kann brúka Familjutænastuna

Familjutænastan er tilboð til familjur, sum hava bústað í Føroyum og sum hava børn í aldrinum 0-18 ár; harumframt til foreldur, sum eru við barn.

Tilboðið vendir sær til familjur, sum eru knýttar at barnaverndartænastum, tí tey í styttri ella longri tíð hava havt tørv á viðgerð, stuðli ella ráðgeving í foreldraleiklutinum, til tess at børnini trívast og mennast. Trupulleikarnir kunnu vera av sosialum, sálarligum ella relationellum slagi. Tilgongdirnar hava til endamáls at finna fram styrkir og avbjóðingar í foreldraførleikanum og at stuðla og ráðgeva innanfyri tey øki, har tørvur er á tí.

Okkara virksemi fevnir víða. Vit kunnu arbeiða við familjum við lutfalsliga einføldum trupulleikum, familjum við álvarsligum trupulleikum og við familjum, har neyðugt kann verða at seta barnið heiman, um so er, at arbeiðið við familjuni ikki fær tann ætlaða virknaðin, sum miðað varð eftir.

Familjutænastan hevur eisini tilboð til familjur, har trupulleikin enn ikki hevur víst seg, men har stúrt verður fyri umstøðum til trivnað. Her kann til dømis vera talan um foreldur, har annað ella bæði hava trupulleikar, sum kunnu fáa neiligar ávirkan á trivnaðin hjá barninum, um ongar broytingar fara fram.