Eftirlit
Fosturforeldraskipanin hevur eftirlit við, at grundarlagið fyri góðkenningini av fosturforeldrunum til eina og hvørja tíð er til staðar, og um fosturfamiljan framvegis lýkur treytirnar, sum vóru settar, tá fosturfamiljan varð góðkend. Fyri at tryggja hetta, ger Fosturforeldraskipanin eina árliga vitjan í fosturheiminum, har samrøða er við fosturforeldrini. Árliga sendir Fosturforeldraskipanin fosturforeldrunum spurningar at svara og senda aftur.
Fosturforeldur hava skyldu at upplýsa, um broytingar eru viðvíkjandi bústaðarviðurskiftum, fíggjarviðurskiftum, heilsuviðurskiftum, ella um aðrar broytingar eru, sum hava týdning fyri góðkenningina sum fosturheim.
Barnaverndartænastan hevur eftirlit við fosturbørnum í fosturheimi og til umlættingar. Hon hevur ábyrgd av sjálvari fyriskipanini og framhaldandi viðgerðini av málinum og hevur tí eftirlit við barninum, at tað trívist og mennist, meðan tað er í fosturheiminum. Endamálið við eftirlitinum hjá barnaverndartænastuni er at tryggja, at fyriskipanin gongur eftir ætlan og røkkur endamálinum í ætlanini. Fyri at tryggja hetta, ger barnavendartænastan sambært barnaverndarlógini eftirlitsvitjan 6. hvønn mánað í fosturheiminum, har samrøða eisini er við barnið í einrúmi.