Samstarva um innihald og tørv

Innihaldið í fyriskipanini verður avtalað millum avvarandi barnaverndartænastu, familjuna og Familjutænastuna.

Dømi um fyriskipanir. Fyriskipanin kann eitt nú leggja dent á:
Lat alt upp
Sínámillum relatiónir og dynamikkir internt í familjuni

har viðtalurnar miða ímóti at menna og styrkja samspæl, samskifti og tilknýti í familjurelatiónunum

At samskipa, mobilisera og styrkja netverkið hjá familjuni

og ymiskum aktørum í lívinum hjá familjuni, har viðtalurnar miða ímóti at styrkja netverkið. Hereftir er málið, at tað við tillagaða og samskipaða netverksstuðlinum er avlopsorka í familjuni til at trívast og mennast framyvir.

Ítøkiliga námsfrøðiliga ráðgeving

til dømis viðvíkjandi strukturi í gerandisdegnum, máltíðir, morgun- og kvøldarrutinur, húsligar uppgávur, lívsstil ella líknandi.

Samtaluterapi hjá sálarfrøðingi

Harumframt kunnu vit bjóða samtaluterapi hjá sálarfrøðingi fyri einstaklingar ella foreldrapør.

Viðgerðarætlan við regluligari eftirmeting

Saman við familjuni og út frá metta tørvinum verður viðgerðarætlan gjørd. Hendan verður síðani regluliga eftirmett saman við familjuni. Viðgerðarætlanin hevur til endamáls at tryggja gjøgnumskygni í tilgongdini, og at vit áhaldandi fyrihalda okkum til, um fyriskipanin tænir sínum endamáli. Herundir um fyriskipanin:

- upplivist sum ein hjálp samsvarandi málinum um at betra um trivnað

- styrkir førleikarnar í familjuni, so hon fær ein vælvirkandi gerandisdag