Samvera við foreldrini

Foreldrini at barninum varðveita foreldramyndugleikan, tó at barnið býr í einum fosturheimi. Tað er tí sera umráðandi at megna eitt gott samstarv við foreldrini, við barnaverndartænastuna og aðrar viðkomandi myndugleikar.

Eitt barn, sum er sett heiman, hevur rætt til samveru og samband við foreldur síni, um ikki serlig viðurskifti tala ímóti hesum. Samverurætturin er ásettur í barnaverndarlógini men eisini í ST-barnarættindasáttmálanum, har sagt verður, at barnið hevur samverurætt við foreldrini, men at myndugleikarnir kunnu gera avmarkingar í henda rætt, um mett verður, at tað er til barnsins besta.

Meðan barnið er sett heiman, hava foreldrini framvegis foreldramyndugleikan, og tey skulu í mest møguligan mun eiga lut í teimum avgerðum, sum verða tiknar um teirra barn. Hetta til dømis í sambandi við skúlagongd, sjúku, lækna og møguliga viðgerð. 

Samveran verður ásett í eini samstarvsavtalu, sum verður gjørdur millum fosturforeldur, Fosturforeldraskipanina og avvarðandi barnaverndartænastu. Tað er barnaverndartænastan, sum ger tilmæli um títtleika, og á hvønn hátt barnið kann vera saman við familju ella avvarðandi. Mælast kann eisini til samverurætt við onnur enn foreldrini, t.d. við ommur og abbar.

Út frá tilmælinum tekur Føroya Kærustovnur avgerð um samveru millum barnið og familjuna. Verður tað mett best fyri barnið, kann Føroya Kærustovnur nokta foreldrunum samveru og eisini upplýsingar um, hvar barnið býr.

 

Barn og foreldur hoyrd

Foreldrini verða altíð hoyrd, áðrenn avgerð verður tikin. Eisini barnið verður hoyrt, um menning og búning hjá tí loyvir tí, og um tað er til frama fyri barnið. Er barnið fylt 12 ár, skal tað altíð verða hoyrt. Tá barnið er fylt 15 ár, skal tað vera partur í málinum við teimum rættindum, sum har tilhoyra. Sí § 44 í barnaverndarlógini.

 

Samvera heima hjá foreldrum

Vanliga er samveran heima hjá foreldrunum, men við hvørt kunnu umstøðurnar laga seg soleiðis, at hetta ikki ber til. Tá so er, kann samveran fara fram hjá tykkum sum fosturforeldrum ella á neutralum staði, sum barnaverndartænastan finnur. Føroya Kærustovnur ásetur samveruna eftir tilmæli frá barnaverndartænastuni, eisini hvørt hon er við ella uttan hjásitara/eftirliti; og um umboðið hjá barnaverndartænastuni skal virka sum eftirlit við og/ella stuðul hjá foreldrunum.

 
Listen