Barnaverndarstovan

Barnaverndarstovan er felagskommunalur stovnur. Fremstu uppgávurnar hjá Barnaverndarstovuni eru at umsita Fosturforeldraskipanina og Barnahúsið, umframt at veita barnaverndartænastunum kring landið holla vegleiðing og ráðgeving.

Ert tú barn ella tannáringur?

Hvat ger barnaverndin?

Børn og ung undir 18 ár hava krav upp á umsorgan og rætt til tryggan uppvøkstur. Hesum hava foreldrini ábyrgd av. Tá foreldrini ikki kunnu taka hesa ábyrgd, skal barnaverndartænastan hjálpa. Barnaverdartænastan skal gera tað, sum er tað besta fyri barnið. Tað hevur størstan týdning.

Hvat hendir, um tú ringir ella skrivar til barnaverndina?

Barnaverndin er til fyri at hjálpa børnum og ungum, sum ikki hava tað gott heima. Tey skulu royna at finna útav, hvussu tey best kunnu hjálpa tær og tínari familju.

Um tú hevur tað ringt heima, er tað umráðandi, at tú tosar við onkran og fært hjálp.

Allar kommunur hava eina barnaverndartænastu, sum tú kanst ringja til. Um tú ivast, hvørja tú skalt ringja ella skriva t-post til, kanst tú bara velja eina at ringja ella skriva til. So siga tey tær, hvønn tú skalt venda tær til.

Hvat ger barnaverndin, tá onkur boðar frá um eitt barn?

Tá barnaverndartænastan fær upplýsingar um, at eitt barn ikki hevur tað gott í heiminum, skulu tey gera av, um kanningar skulu gerast. Hetta skal gerast innan sjey dagar.

Barnaverndin tosar við tíni foreldur og onnur vaksin

Barnaverndin hevur vanliga tríggjar mánaðir at kanna eitt mál. Hesa tíðina tosa tey við teg, tíni foreldur og onnur vaksin rundan um teg, til dømis onkran lærara.

Hetta ger barnaverndartænastan fyri at hoyra meira um, hvussu tú hevur tað, og hvussu tíni foreldur hava tað og fyri at finna útav, hvussu tey best kunnu hjálpa. Vanliga koma tey eisini at vitja teg heima fyri at síggja, hvussu tú hevur tað heima.

Minst til, at tú kanst tosa við barnaverndina, uttan at tíni foreldur vita tað.

Tú kanst fáa hjálp heima

Mong halda, at barnaverndin altíð tekur børnini frá foreldrunum og koyrir tey til fosturforeldur ella á barnaheim. Tí eru tey kanska bangin fyri at ringja ella skriva til barnaverndartænastuna. Tú skalt vita, at  bert tá eingin onnur hjálp er nøktandi, verða børn sett heiman.

Tað er umráðandi at vita, at barnaverndartænastan allarhelst vil hjálpa familjum heima.

Hetta kann verða gjørt upp á fleiri mátar. Tey kunnu til dømis geva foreldrum ráð og vegleiðing ella hjálpa við stuðuli til frítíðarvirksemi, umlættingarforeldrum ella líknandi.

Nær verða børn tikin frá foreldrunum?

Um støðan heima hjá tær er sera álvarslig, kann barnaverndartænastan yvirtaka umsorganina av tær. Vanliga er tað tað allar seinasta, sum verður gjørt. Barnaverndartænastan velur í allarflestu førum aðrar loysnir.

Viðhvørt skulu børn flytast skjótt

Um so er, at tað henda sera álvarslig ting heima hjá tær, til dømis harðskapur ella kynsligur ágangur, skal barnaverndartænastan flyta teg skjótt úr heiminum.

Barnaverndartænastan kann flyta teg til eitt annað heim ella á ein stovn. Tey eiga altíð at royna at finna onkran, sum kennir teg, sum tú kanst búgva hjá eina tíð.

Hevur tú brúk fyri hjálp beinanvegin, kanst tú ringja til 112.

 

"

Fráboðanarskylda

Lógin um barnavernd sigur greitt, at vit hava øll skyldu til at boða myndugleikunum frá, um vit vita um eitt barn, sum livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða tess sálarligu ella likamligu heilsu ella menning. Sambært lógini hava øll fráboðanarskyldu, men skilt verður tó millum vanliga borgaran og fakfólk, sum í starvi sínum hava við børn at gera. Hesin seinni bólkurin hevur herda fráboðanarskyldu, sum merkir, at ein varhugi um illgrunasom viðurskifti er nóg mikið til, at boðast skal frá.

Les um fráboðanarskyldu í lóg um barnavernd.

Vakttelefonir

Øll kunnu venda sær til barnaverndartænasturnar – bæði navngivið og ónavngivið. Uttanfyri vanliga arbeiðstíð kanst tú ringja til vakttelefonirnar, um tað snýr seg um okkurt, sum ikki kann bíða til skrivstovan letur upp. Ivast tú, hvørja barnaverndartænastu, tú skalt venda tær til, kanst tú venda tær til onkra. So siga tey tær, hvør er tann rætta.

Barnaverndartænastan fyri Norðoyggjar

Avgreiðslutíð
mánadag - fríggjadag frá kl. 10.00 til kl. 15.00

Telefon: 41 00 00, lok. 2

Vakttelefon eftir arbeiðstíð: 21 91 81

Teldupostur: barnavernd@klaksvik.fo

Virkandi leiðari er Ása Vágsheyg Svabo

Barnaverndartænastan fyri Eysturkommunu og Fuglafjarðar Kommunu

Avgreiðslutíð
mánadag - fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00

Telefon: 23 80 55

Vakttelefon eftir arbeiðstíð: 23 80 59

Teldupostur: barnavernd@fuglafjordur.fo

Leiðari er Ingi Hansen

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin

Avgreiðslutíð
Mánadag - fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00.

Telefon: 417090

Vakttelefon eftir arbeiðstíð: 237090

Teldupostur: barnavernd@runavik.fo
 

Leiðari er Katrin Dam

Barnaverndartænastan í VEKS-samstarvinum millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur

Avgreiðslutíð
mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00
Mikudag frá kl. 10.00 til kl. 16.00

Telefon: 667271

Vakttelefon eftir arbeiðstíð: 297200

Teldupostur: bvt@sunda.fo
 

Leiðari er Karin Joensen

Barnaverndartænastan fyri Tórshavnar kommunu (herundir eisini Sandoy, Skúvoy og St. Dímun)

Avgreiðslutíð
Mánadag - fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00

Telefon: 30 20 60

Vakttelefon eftir arbeiðstíð: 21 60 12

Teldupostur: barnavernd@torshavn.fo

Leiðari er Kristina Háberg.

Barnaverndartænastan í Vágum

Avgreiðslutíð
mánadag - fríggjadag, frá kl. 10.00 til kl. 15.00.

Telefon: 344430

Bráðfeingis boð uttan fyri hesar tíðir verður umstillað til vakttelefonina.

Teldupostur: bvt@vaga.fo

Leiðari er Jenny Petersen.

Barnaverndartænastan fyri Suðuroy

Avgreiðslutíð
Mánadag – fríggjadag kl. 9.00 til kl. 14.00

Telefon: 611090

Vakttelefon eftir arbeiðstíð: 611090 - trýst 1 fyri víðaristilling til vaktina

Teldupostur: barnavernd@tvoroyri.fo

Leiðari er Jónleyg Finnsdóttir

Komandi tiltøk

Barnaverndarstovan
14. september 2026
08:30
Kynsligur ágangur í skúlum og á stovnum
Hvussu kann mentalisering vera við til at varnast børn, sum hava verið fyri kynsligum ágangi? Hvussu kunnu vit handfara og stuðla teimum? Og hvussu fyribyrgja?   Tað er grundleggjandi skeivt at fremja ágang á børn – og øll ynskja vit okkum, at ágangur á børn als ikki kom fyri. Vit hava hug at hyggja burtur, ikki at hoyra og ikki at tosa um ágang á børn. Sum menniskju vilja vit sleppa undan at brúka okkara mentaliseringarevni til at ímynda okkum, at ágangur á børn kann koma fyri. Og serliga at tað kann koma fyri, har sum mann er, og enntá av menniskjum, sum vit kenna, meðan vit eru um tey. Tá tað kortini hendir, birtir tað undir kenslur sum vreiði, angist, ørkymlan, máttloysi og sorg. Hetta tabu ger, at mann ikki vil brúka síni mentaliseringarevni at ímynda sær ágang, og tá tað kortini kemur fyri, kennist tað so intenst, at mann kanska ikki brúkar síni mentaliseringarevni til at skilja øll tey sinni, ið verða ávirkað: barn, foreldur, vinfólk, starvsfelagar og ikki minst ein sjálva/n. Intensu kenslurnar kunnu eisini merkja, at mann ikki ber seg skynsamt at við støði í vitan og umhugsni. Fyribyrging Tað besta, vit kunnu gera viðvíkjandi kynsligum ágangi er at fyribyrgja. Tað er natúrligt, at vit vilja sleppa undan at ímynda okkum, at kynsligur ágangur kann koma fyri á tey børnini, sum vit kenna, og tí kunnu vit koma at gloyma tað týdningarmesta: fyribyrging. Tað er ólukkuligt, tí fyribyrging ar altíð betri enn viðgerð. Tá vit skulu fyribyrgja, er tað týdningarmesta at ímynda sær, at tey børnini, vit arbeiða við, kunnu koma fyri ágangi, og hvussu mann verjir tey fyri hesum. Tað snýr seg fyrst og fremst um at gera tað øvuta av mentaliseringarsliti: At halda sítt sinni OPIÐ, at gloyma ímyndina um, at skemmarin er tann fremmandi, men alla tíðina at hava ivan við sær og tilvitskuna um hugin at lata aftur fyri mentalisering, tá vit verða konfronteraður við ágang. Teir fimm tættirnir á myndini um fyribyrging verða gjøgnumgingnir: Vitan, OPIÐ sinni, seksualpolitikkur og arbeiðið við, at børn hava vitan um mørk og rættindi. Endamál Endamálið við fyrilestrinum er at seta mentaliseringina hjá tí professionella í mun til kynsligan ágang. Fyrst og fremst við at leggja dent á, at kynsligur ágangur fer fram, og hetta í skúlum, dagstovnum, frítíðarskúlum og alla aðra staðni, har børn og ung savnast. Eisini fer hann fram har, sum barnið átti at verið tryggast: í heiminum. Harumframt fer kynsligur ágangur í alt størri mun fram á internetinum. Í øðrum lagi er endamálið sostatt at geva vitan um ágang og ítøkilig amboð til, hvussu vit kunnu fyribyrgja, varnast, handfara og stuðla eftir ágang. Amboð: STORM Einki kann sum ágangur ávirka trygdina og evnini hjá tí professionella at mentalisera – og sum ger tað baldrut at vera professionell/ur. Tí verður eisini greitt frá “STORM fyri professionell”, sum snýr seg um, hvussu vit ansa eftir okkum sjálvum í einum kensluliga stundum stormharðum arbeiði. Hesin parturin snýr seg ikki bara um ágang, men sum heild at ansa eftir sær sjálvum/sjálvari, so vit orka at vera um foreldur og børn eitt heilt arbeiðslív.   Fyrilestrarhaldari Janne Østergaard Hagelquist er kliniskur sálarfrøðingur og góðkend sum serfrøðingur í barnasálarfrøði og suvervisión. Hon hevur í fleiri ár arbeitt við viðgerð av børnum, ungum og familjum, har vansorgan, ágangur og/ella harðskapur hevur verið. Harumframt hevur hon royvir við at supervisera og undirvísa professionellum, sum arbeiða við børnum og ungum, sum eru sett heiman. Janne hevur stovnað Center for Mentalisering og stendur fyri dagligum rakstri, menning og leiðslu.   Málbólkur Skeiðið er ætlað námsfrøðingum, lærarum og øðrum, sum í sínum gerandisdegi møta børnum og ungum.   Tíð og stað Fyrilesturin verður hildin mánadagin 14. september í Smæruni, J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn. Vit byrja við morgunmati klokkan 8.30. Fyrilesturin er kl. 9-15.    Tilmelding og prísur Prísur: 1200 kr. Íroknaður er morgunmatur, kaffi fyrrapart, miðmáli á middegi og kaffi seinnapart. Melda til í seinasta lagi 1. september 2026 við at senta t-post til bvs@ bvs.fo. Upplýs full nøvn á luttakarum og t-post hagar rokning skal sendast. Tilmelding er bindandi og verður ikki afturgoldin, men til ber at lata øðrum luttakara plássið, um einum berst frá at koma. Legg eisini til merkis, at skeiðið er treytað av, at nóg nógv melda seg til.
Barnaverndarstovan
05. mars 2026
19:00
Kafékvøld fyri fosturforeldur: Miðlavanar hjá børnum og ungum
Hóskvøldið 5. mars klokkan 19 verður kafékvøld, har SSP og løgreglan greiða frá, hvørjum pallum børn og ung ferðast á, um hvat gongur fyri seg á ymisku pallunum. Og hví hendan verðin upptekur børnini. Víst verður á fyrimunir og vansar við nýtsluni, og hvat brønini sjálv uppliva. Hvørji má og rák sær løgreglan, og hvussu kunnu foreldur og vaksin hjálpa børnum og ungum? Sum altíð verður høvi hjá fosturforeldrum at umrøða evnið - og sum altíð bjóða vit ein góðan drekkamunn. Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi 27. februar.  Kafékvøldið verður í R.C.Effersøesgøtu 30. kjallaranum.
Barnaverndarstovan
29. januar 2026
19:00
Kafékvøld fyri fosturforeldur: Spæl hjá børnum og vilt spæl
Hóskvøldið 29. januar kl. 19 verður kafékvøld fyri fosturforeldur, har vit fáa innlit í, hví spæl hevur týdning fyri trivnað og menning hjá børnum. Um hvat spæl er, hví børn spæla minni í dag enn fyrr, og hvørjar neiligar avleiðingar hetta kann hava fyri børn. Eisini hoyra vit, hvussu vit kunnu stuðla undir spæl, og hvussu tú kanst hjálpa børnum við sálarløsti við at spæla vill spøl. Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo seinast 23. januar!
Barnaverndarstovan
23. oktober 2025
19:00
Kafékvøld fyri fosturforeldur um mentalisering og rørslu við ungum
Hóskvøldið 23. oktober kl. 19  verður kafékvøld fyri fosturforeldur um mentalisering og rørslu við ungum í viðbreknum støðum. Á kafékvøldinum fara vit saman at hyggja eftir videofyrilesturin um mentalisering og rørslu. Vit fara at umrøða fyrilesturin, og vit bjóða ein góðan drekkamunn. Í stuttum snýr videofyrilesturin seg um um tær avbjóðingar, sum ung í útsettum støðum kunnu hava viðvíkjandi almennum tilboðum um rørslu, spæl og ítrótt. Eisini fært tú vitan um tey sosialpedagogisku amboðini, sum kunnu brúkast í ítrótti og spæli. Undirvísarar: Morten Fisker Lauersen (cand.ling.merc), Anne-Gry Højgaard Olesen (sálarfrøðingur) og Janne Østergaard Hagelquist (sálarfrøðingur). Kafékvøldið verður í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallaranum, Tórshavn. Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi mánadagin 20. oktober klokkan 12.  

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo