Tórshavnar kommuna yvirtekur barnaverndartænastuna í Sandoy og Skúvoy í næstum
30. januar 2026

Í gjár samtykti Tórshavnar býráð at fáa samstarvsavtalu í lag við kommunurnar í Sandoy og Skúvoyar kommunu um barnaverndartænastu, eftir at stýrið fyri Barnaverndartænastuna í Sandoyar og Skúvoyar kommunu vendu sær til Tórshavnar kommunu um slíkt samstarv.
Samstarvið hevur við sær, at barnaverndartænastan fyri Sandoyar og Skúvoyar kommunur verður niðurløgd, og í staðin fáa tey ein lim í barnaverndarnevndina í Tórshavnar kommunu. Við hesum yvirtekur Tórshavnar kommuna alt virksemi í Sandoy og Skúvoy, og hevur fulla ábyrgd av starvsfólkunum.
Komandi tíðina fer samstarvsavtalan so við og við at koma í gildi. Tað verður sostatt ikki frá degi til annan, at hon virkar.
Um so er, at tú vilt venda tær til barnaverndartænastu viðvíkjandi barni á Sandoy, er tað sostatt alsamt Barnaverndartænastan fyri Sandoy, ið tú skalt venda tær til. Allar upplýsingar um samband við barnaverndartænasturnar verða dagførdar á bvs.fo, so skjótt sum tær verða galdandi.
Síðan barnaverndarøkið var varð umskipað í 2006, hevur økið verið skipað í átta kommunal barnaverndarøki kring landið. Tey eru sum vera man rættiliga ymisk í vavi – til økið, sum Barnaverndartænastan í Tórshavnar Barnaverndartænasta fevnir um, eru 5.581 børn í aldrinum 0-17 ár pr. 1. januar 2025, meðan tað í minsta økinum fyri Sandoyar og Skúvoyar kommunur vóru 256 børn í hesum aldursbólki.



