Barnaverndarstovan
Fosturfamiljur í miðstaðarøkinum og á Skálafjørðinum
08. september 2025

Vit leita eftir familjum við førleikum at gerast fosturfamilja til tannáringar við avbjóðingum. Talan er um miðstaðarøkið og Skálafjørðin. Fosturfamiljurnar skulu taka sær av dagligu umsorganini av tannáringunum og stuðla undir sambandið millum tannáringin og foreldrini umframt at samstarva skynsamt við foreldrini og aðrar myndugleikar. Fosturfamiljan fær regluliga og tætta supervisión.
Fyri at hoyra nærri um uppgávuna set teg í samband við Oddbjørg Balle, leiðara, á ob@bvs.fo ella á telefon 225696.